Uttanlands
ES hevur nú góðkent vaksinuna hjá Moderna
Hesum boðaði formaðurin í ES-kommissiónini frá fyri stuttari løtu síðani
Uttanlands
Demokratarnir síggja út til at vinna báðar sessirnar í Senatinum
Raphael Warnock hevur vunnið annan sessin í Senatinum fyri demokratarnar í Georgia. Hin sessurin sær út til at fara til partamannin, Jon Ossoff
Uttanlands
Amerikanska senatið verður endaliga mannað í dag
Senatorvalið í Georgia kann fáa stóra ávirkan á næstu fýra árini í Hvítu Húsunum
Uttanlands
HBO keypir sendirøð um Nautilus-málið
Dramasendirøðin “Efterforskningen” lýsir drápið av svensku tíðindakvinnuni Kim Wall, sum danski Peter Madsen beindi fyri
Uttanlands
Avstralski tjóðsangurin broyttur
Eitt orð er broytt í avstralska tjóðsanginum. Hetta er gjørt fyri at virða upprunafólkið í Avstralia og samansjóða alla tjóðina
Uttanlands
Trump biður um at finna fleiri atkvøður
Í einari telefonsamrøðu biður Donald Trump innanríkisráðharran í Georgia um at finna fleiri republikanskar atkvøður
Uttanlands
Brexit: Sjónvarpsstøðir rýma úr Bretlandi
Brexit-avtalan, sum ES og Bretland gjørdi jólaaftan, fær stóra ávirkan á virksemið hjá stóru altjóða sjónvarpsstøðunum, sum í nógv ár hava hildið til í bretska høvuðstaðnum. Frá 1. januar kunnu tey ikki senda til onnur evropeisk lond uttan at hava fingið serstakt loyvi frá hvørjum einstøkum móttakaralandi
Uttanlands
Korona er álvarsligari enn krím
Ein fronsk kanning, sum er endurgivin í The Lancet Respiratory Medicine, vísir, at væl fleiri doyggja av korona enn av vanligum krími
Uttanlands
BBC: Fiskivinnan hevði stóran politiskan týdning
Hóast fiskiveiða fyllir lítið, bæði í ES og í Bretlandi, hevði ræði á fiskirættindunum í bretskum sjóøki sera stóran týdning fyri tey, sum atkvøddu fyri at fara úr ES. Og tí hevði tað so stóran týdning at fáa sín vilja á akkurát tí økinum, skrivar BBC
Uttanlands
Fiskivinnan misnøgd við Brexit-avtaluna
Hvørki danska ella bretska fiskivinnan eru nøgd við avtaluna, sum ES og Bretland gjørdu um jólini. Sambært danska fiskimannafelagnum endar rokningin fyri avtaluna hjá teimum, sum fiska til matna, og tað fer at raka býir í Mið- og Vesturjyllandi
Uttanlands
Nú er avtala millum Stórabretland og ES næstan komin í hús
Boris Johnson hevur innkallað til tíðindafund seinni í dag, har hann væntandi fer at kunngera, at Stórabretland og ES hava gjørt eina handilsavtalu
Uttanlands
Botnleys náttklæðir skapa undran
Alt fleiri lýsingar fyri botnleys náttklæðir eru at síggja á internetinum í hesum døgum, og tað undrar mong
Uttanlands
Korona staðfest á Suðurpólinum
Antarktis hevur leingi verið seinasti heimsparturin, har korona ikki hevur verið staðfest, men nú er alheimsfarsóttin eisini komin til syðsta heimspartin
Uttanlands
Tom Cruise í øðini
Ein ljóðupptøka við Tom Cruise, har hann skeldar filmsfólk út, er almannakunngjørd
Uttanlands
Korona: Danmark letur heilt aftur
Danska sjónvarpsrásin, TV2, skrivar á heimasíðu síni, at Mette Frederiksen fer at boða frá, at handilsmiðstøðirnar í Danmark lata aftur frá í morgin
Uttanlands
Niðurlendskur landsliðsspælari handtikin
Ajax-leikarin og niðurlendski landsliðsleikarin, Quincy Promes, verður afturhildin av niðurlendsku løgregluni, eftir at hann er settur í samband við eina hending í summar, tá eitt fólk varð stungið við knívi
Uttanlands
Pokerspælari skal inn at sita í trý ár fyri at snýta
Ein danskur yrkisspælari í poker hevur fingið trý ára fongsulsrevsing fyri at leggja eitt njósnaraforrit inn á teldurnar hjá sínum mótstøðuleikarum
Uttanlands
Fólk undrast á gátuførar monolittar
Nakrir monolittar hava verið stillaðir upp kring heimin uttan nakra frágreiðing. Fólk hava roynt at funnið útav, hvat meiningin er við hesum stabbum. Nú byrja tey, ið hava stillað nakrar av hesum stabbum upp, at geva seg til kennar
Uttanlands
Tivoliið letur aftur av sínum eintingum
Nógv plaga at vitja danska Tivoliið um jólini, men tað verður ikki í ár. Tivoliið í Keypmannahavn letur aftur
Uttanlands
Stórabretland gevur teimum fyrstu koppingarevni móti koronu
Ein fyrrverandi handilskvinna gjørdist fyrsti persónurin í Stórabretlandi at verða koppsett móti koronu
Uttanlands
So er tað alment: Mount Everest er blivið 0,86 metrar hægri
Í fleiri ár hava Nepal og Kina verið ósamd um hæddina á heimsins hægsta fjallið. Nú hava bæði londini mált hæddina í felag
Uttanlands
Svøríki hálsar um
Forboð móti at samlast meira enn átta fólk, og bann av sølu av alkoholi eftir klokkan 22 eru nýggju átøkini hjá svensku stjórnini. Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu tveir føroyingar í Svøríki uppliva nýggju støðuna
Uttanlands
Hvussu høgt er Mount Everest í veruleikanum?
Nú fara Kina og Nepal í samstarv at finna útav, hvussu høgt Mount Everest í veruleikanum er
Uttanlands
Facebook fer at keypa tíðindagreinar frá bretskum miðlum
Í nýggja árinum fær Facebook ein nýggjan tíðindapall – News Section – fyri sínar bretsku brúkarar, har tær týdningarmiklastu tíðindasøgurnar fáa pláss á egnum tíðindastreymi

Fanst tú ikki tað, tú leitaði eftir?

Royn leitifunkuna