Korona staðfest á Suðurpólinum

Antarktis hevur leingi verið seinasti heimsparturin, har korona ikki hevur verið staðfest, men nú er alheimsfarsóttin eisini komin til syðsta heimspartin

Sigurjón Einarsson
22. desember 2020 kl. 09:50

So er korona staðfest á Antarktis fyri fyrstu ferð.

Tað skrivar avstralski miðilin, ABC News, eftir at heili 36 kilenar vórðu staðfest positiv við koronu í gjár á granskingarstøðini, har tey arbeiða.

Granskingarstøðin General Bernardo O´Higgins Riquelme liggur á norðasta spíssinum í vestara parti av Antarktis.

Sambært avstralsku Antarktis-deildini skulu ferðandi til støðina annars sita í sóttarhaldi í tvær vikur í Hobart í Tasmania, áðrenn tey fáa loyvi at ferðast til syðsta heimspartin.