Ísraelsfólk skulu aftur í atkvøðuklivarnar

Fólk í Ísrael skulu nú aftur á val, ið samstundis verður fjórða valið í tvey ár. Hetta hendir, tí báðir stjórnarflokkarnir ikki kundu semjast um eina fíggjarlóg áðrenn evstamark á midnátt í gjár

Sigurjón Einarsson
23. desember 2020 kl. 07:50

Nú skulu fólk í Ísrael aftur á val. Hetta verður í mars mánaði komandi ár, bert eitt ár síðani seinasta val.

Núverandi samgongustjórnin kundu ikki semjast um eina fíggjarlóg, áðrenn evstamarkið á midnátt týsdagin. Tað merkir, at ísraelska tingið, Knesset, verður upployst av sær sjálvum.

Sitandi forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, ið hevur verið fyri hørðum atfinningum vegna sína handfaring av koronakreppuni, og samstundis er undir ákæru fyri mutur, ætlar sær at stilla uppaftur og vinna sær embætið aftur fyri sættu ferð, skrivar Reuters.

Netanyahu vísir ákærunum aftur, og sigur tær vera politiskt stýrdar og tilvitaðar.

Nú tað ikki eydnaðist at koma á mál við einari fíggjarlóg, hava bæði Netanyahu og hansara nú fyrrverandi politiski samgongumaður Benny Gantz givið hvørjum øðrum skyldina fyri ósemjuna.  

- Vit ynsktu ikki valið og vit atkvøddi ímóti tí... men vit eru ikki bangin fyri valinum – tí vit fara at vinna, skrivar Netanyahu á Twitter.

Benny Gantz ákærir hinvegin Netanyahu fyri at vera ov upptiknan av, at hann er undir ákæru fyri mutur og hevur tí ikki arbeitt fyri fólkið.

- Hann er til reiðar til at taka alt landið við sær inn í eitt óvist tíðarskeið, sigur Benny Gantz, sambært Reuters.

Teir báðir hava deilt valdið síðani apríl mánaði í einari samgongu, ið tó mangan hevur staðið á ridlandi grund. Netanyahu sat fyrst sum forsætisráðharri, áðrenn Gantz skuldi taka yvir í november í 2021. Hetta verður nú av ongum.

Greinarar spáa ikki Netanyahu nógvar møguleikar at vinna valið, nú hann eisini er undir stórum politiskum trýsti fyri mutur og fyri vánaligu handfaringina av koronafarsóttini í Ísrael.

Eisini er væntandi, at ein nýggjur flokkur fer at geva Netanyahu dygga mótstøðu. Tað er hansara fyrrverandi floksfelagi í Likud-flokkinum, Gideon Saar, ið hevur stovnað ein nýggjan flokk, sum greinarar vænta fer at taka atkvøður frá Netanyahu og Likud-flokkinum.

Valið verður tann 23. mars í 2021.