Í dag velja valmenninir Biden til forseta

Hóast dagurin er komin, tá teir 538 valmenninir fara at atkvøða, hvør verður næsti forseti í USA, so hevur sitandi forseti enn ikki givið upp

Sigurjón Einarsson
14. desember 2020 kl. 16:05

Í dag verður valsigurin hjá demokratinum Joe Biden yvir Donald Trump staðfestur, tá teir 538 valmenninir, eftir øllum at døma, fara at velja nýggjan forseta.

Tað eru valmenninir í hvørjum stakríki, sum fara at atkvøða fyri forsetavalevninum, ið staturin hevur valt.

Væntandi fær Biden tillutað 306 valmenn, meðan Trump fær tillutað 232.

Tann 6. januar fer Kongressin – lóggávutingið í USA – at telja atkvøðurnar hjá valmonnunum upp og endaliga staðfesta úrslitið. Valúrslitið í hvørjum stakríki peika á ein kláran valsigur til Joe Biden, og av teirri orsøk, átti tað heldur ikki verið nakað at skriva heim um, hvør fer at leiða landið frá 20. januar 2021, tá avhendingin av maktini verður.

Tí er Joe Biden eisini í ferð við at gera sínar ætlanir fyri framtíðina til reiðar, tá hann tekur yvir sum forseti, hóast hann ikki verður almannakunngjørdur sum nýggjur forseti, fyrr enn í byrjanini í tí nýggja árinum.

Trump hevur enn ikki viðurkent ósigurin fyri Biden

Donald Trump hevur enn ikki viðurkent ein ósigur á forsetavalinum.

Í november mánaði segði tann tó, at hann fór úr Hvítu húsunum, um valmenninir fóru at staðfesta valsigurin til Joe Biden.

Tað er tað tættasta, at Trump inntil víðari er komin til at viðurkenna ein ósigur.

Til sjónvarpsstøðina Fox News segði Trump í gjár, at valið enn ikki er liðugt, og at hann framhaldandi fer at bjóða úrslitinum av.