Korona: Danmark letur heilt aftur

Danska sjónvarpsrásin, TV2, skrivar á heimasíðu síni, at Mette Frederiksen fer at boða frá, at handilsmiðstøðirnar í Danmark lata aftur frá í morgin

Sveinur Tróndarson
16. desember 2020 kl. 16:18

Tá danski forsætisráðharrin á tíðindafundi seinni í dag fer at boða frá nýggjum tiltøkum, fer hon millum annað at boða frá, at allar handilsmiðstøðir í landinum lata aftur frá í morgin at rokna.

Tað skrivar danska sjónvarpsstøðin TV2 á heimasíðu síni nú seinnapartin.

Enn er einki alment komið út um herdu krøvini, men sjónvarpsrásin byggir søguna á dulnevndar keldur.

Men tað eru sum skilst ikki bara handilsmiðstøðirnar, sum lata aftur. Tað skuldu onnur vinnurekandi eisini, eitt nú skulu hárfríðkanarstovur lata aftur mánadagin 21. desember og allir handlar, uttan apotek og matvøruhandlar, skulu lata aftur jóladag og hava stongt til 3. januar.

Seinnapartin í dag stongdi stjórnin partar av landinum, men tað hevur eftir øllum at døma ikki verið nóg mikið hjá donsku stjórnini, sum tí herðir krøvini munandi.

Orsøkin til herdu krøvini er, at danir hava mist tamarhaldið á koronasmittuni. Í fyrra umfari var hægsta smittutal umleið 1.000 ein einstakan dag, higartil í dag eru nærum 3.700 nýggir smittutilburðir staðfestir. Eisini eru 14 danir deyðir við korona í dag.

Hetta hevur við sær, at samlaða talið av smittaðum dønum er umleið 120.000 og umleið 1.000 fólk eru deyð við korona.

Í dag eru sløk 70 fólk innløgd afturat, so samlaða talið av innløgdum nú er komið upp á umleið 500 fólk.