Quincy Promes plagar at spæla úti á vonginum, har hann ofta sker inn á vøllin og hóttir við at skjóta móti málinum. Her hevur ligið væl fyri hjá honum at gera so á vøllinum. Men skal mann trúgva niðurlendskum miðlum, so er tað ikki bara á vøllinum, at niðurlendingurin sker inneftir.
Nú er Ajax-leikarin, ið eisini spælir fyri niðurlendska landsliðið, blandaður í eina ótespiliga sak.
Promes, sum skoraði triðja málið fyri Ajax Amsterdam seinasta leygarkvøld, bleiv sunnumorgunin handtikin av niðurlendsku løgregluni, tí hann er undir illgruna fyri at hava verið við eini hending í summar, tá eitt fólk varð stungið.
Hetta skrivar niðurlendski miðilin De Telegraaf, ið hevur fingið hetta váttað av løgregluni.
Miðilin skrivar, at ein familjulimur hjá Ajax-spælarinum varð illa særdur til eina familjuveitslu í niðurlendska býinum, Abcoude. Her sigst bæði Promes og ein knívur at vera uppíblandaður í hesum máli.
Hendingin varð meldað til løgregluna fyri einum mánaði síðan, men løgreglan hevur ikki handtikið fótbóltsleikarin fyrr enn nú, nú løgreglan er í holt við at kanna málið gjøllari.
Verður Promes dømdur fyri hendingina í summar, so kann hann verða dømdur upp til fýra ára fongsulsrevsing, sambært De Telegraaf.
Er ikki møttur upp til venjing
Ajax hevur ikki váttað handtøkuna enn, men ein talsmaður fyri felagið sigur tó, at Promes ikki hevur verið at sæð síðani sunnudagin.
- Quincy hevur ikki verið til venjing, sigur talsmaðurin fyri De Telegraaf.
Ajax keypti Promes í 2019 frá Sevilla, og er vanliga fastur maður á liðnum hjá niðurlendska stórfelagnum. Eisini hevur hann verið partur av niðurlendska landsliðnum seinastu árini. Hetta kappingarárið hevur hann skotið fimm mál í 17 dystum.
Seinasta leygarkvøld skoraði hann málið til 3-0 fyri Ajax, tá liðið vann 4-0 á fyrrverandi liðnum hjá Súna Olsen, Zwolle.