Trump biður um at finna fleiri atkvøður

Í einari telefonsamrøðu biður Donald Trump innanríkisráðharran í Georgia um at finna fleiri republikanskar atkvøður

Sigurjón Einarsson
4. januar 2021 kl. 09:30

Donald Trump hevur enn trupult við at viðurkenna valúrslitið í tryggasta amerikanska forsetavalinum nakrantíð, ið eisini er staðfest av amerikanska “Cybersecurity and Infrastructure Security Agency”.

Í telefonsamrøðu, ið Washington Post hevur almennakunngjørt, biður Trump innanríkisráðharran í Georgia, Brad Raffensperger, um at finna sær 11.780 atkvøður afturat.

- Alt eg vil hava er hetta: Eg ynski at finna 11.780 atkvøður.

- Fólk í Georgia eru óð. Fólk her í landinum eru óð. Tað er einki í vegin við at siga, at tit hava roknað uppá tað av nýggjum, sigur Trump millum annað í telefonsamrøðuni.

Seinni í samrøðuni leggur hann dent á, at tað er eingin kjansur fyri, at hann tapti Georgia.

- Vit vunnu statin við hundraðtúsundatals av atkvøðum, tvíheldur Trump í telefonsamrøðuni.

Trump tapti statin, Georgia, ið fór til demokratarnar fyri fyrstu ferð síðani 1992. Tað úrslitið er seinni eisini blivið staðfest, eftir at Trump og hansara fólk hava sátt iva um úrslitið av forsetavalinum. Eisini hevur Trump og hansara bakland verið við sviðusoð, tá roynt hevur fingið at fáa dómstólar upp í leikin.

Í morgin er aftur val í Georgia. Tá skulu íbúgvarnir velja tvey umboð í Senatið. Valið kann gerast avgerandi fyri, hvussu nógv Joe Biden kann fáa á skaftið sum forseti.