Nú vendist ikki aftur.
Í dag hava valmannaráðini, sum fullu upp á pláss á forsetavalinum í USA tann 3. november gjørt sína skyldu, sum hon er ásett í amerikonsku grundlógini, og atkvøtt fyri tí, sum vann valið í hvørjum stati.
Í USA er valið skipað soleiðis, at veljararnir velja valfólk ístaðin fyri at velja forsetan beinleiðis, og so skulu valmannaráðini velja forsetan í tráð við valúrslitini í einstøku statunum.
Amerikonsk lóg fyriskrivar, at valmannaráðini skulu møtast og atkvøða tann fyrsta mánadagin eftir næsta mikudagin í desember, tá forsetavalið hevur verið, og tann dagurin er í ár tann 14. desember, sum er í dag.
Tað byrjaði, tá valmannaráðið í Vermont stutt eftir klokkan 10 í morgun lokala tíð atkvøddu sum tey fyrstu, og tá valmannaráðið í Kalifornia stutt fyri klokkan hálvgum seks seinnapartin lokala tíð boðaði frá, at teirra atkvøður fóru til Joe Biden, var greitt, at hann fór upp um 270, sum er treytin fyri, at ein forseti vinnur valið.
Líka síðan úrslitið gjørdist greitt valkvøldið – og dagarnar eftir – hevur Donald Trump noktað at góðtikið ósigurin. Ístaðin hevur hann stríðst ímóti og hann roynt málið í óteljandi rættarmálum.
Men úrslitið, sum valmannaráðið í dag kom til, er nett tað sama, sum upprunaligu uppteljingarnar vístu, og tí er tað bara ein staðfesting av, at talan ikki hevur verið um tað ógvusliga valsvikið, sum sitandi forseti javnt og samt hevur tosað um.
Higartil hevur hann ikki viljað viðurkent ósigurin, og spurningurin er so, um hann fer at gera tað, nú valmannaráðið endaliga hevur staðfest, at Joseph R. Biden Jr., verður næsti forsetin í USA, tann 46. í røðini.
Nýggi forsetin verður innsettur mikudagin 20. januar.