Botnleys náttklæðir skapa undran

Alt fleiri lýsingar fyri botnleys náttklæðir eru at síggja á internetinum í hesum døgum, og tað undrar mong

Sigurjón Einarsson
23. desember 2020 kl. 14:23

Hesar seinastu vikurnar hava nógvar lýsingar verið at sæð á internetinum og á sosialum miðlum, har lýst verður fyri botnleysum náttklæðum.

Hetta hevur skapt undran, hví júst hendan vøran verður rættað móti teimum og hvat fyri algoritma roknar hetta út. Og so er stóri spurningurin, hvat endamálið við hesum botnleysu náttklæðunum er?

Lýsingarnar hava millum annað verið at sæð á kinversku keypsheimasíðuni Wish, ið er sera sjónlig á Facebook á okkara leiðum. Eisini fyritøkur sum IVRose og ChicMe eru veitarar av hesi somu botnleysu vøru.

Lokkandi lýsing

Í samrøðu við BBC sigur umboð fyri marknaðarlýsingarstovuna, Digital Whiskey, Mat Morrison, at kinverskar lýsingar hava tað við at brúka eggjandi myndir, fyri at lokka kundar til sín.

Hann metir, at grundin til at so nógv hava sæð júst hesar lýsingarnar fyri botnleysum náttklæðum kann vera, at lýsingarátakið fevnir seg meira breitt enn vanligt. Ístaðin fyri at miða eftir einum nissjumarknaði, so er endamálið helst at raka eitt ávíst kyn ella ávísan málbólk við hesum lýsingum.

- Tá tú klikkir á tílíkar lýsingar, so verður eitt farspor (cookie) lagt inn í tína telduskipan, sum so kennir líknandi lýsingar aftur, sigur Mat Morrison.

- Internetið hevur latið nýggjar rutur upp fyri kinverskum virkjum, ið selja til tann keypssterka marknaðin í Vesturheiminum gjøgnum eitt nú Amazon og eBay.

- Og vit at lýsa við tílíkum lýsingum, ber til hjá teimum at selja beinleiðis til teirra kundar, sum í síðsta enda økir um markvinningin, leggur Morrison afturat.