Frá 1. januar skulu fólk í Avstralia venja seg við at syngja tjóðsangin við einum broyttum orði. Nýggjársaftan kunngjørdi avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison, at í aðru linju av tjóðsanginum “Advance Australia Fair” verður eitt orð broytt frá “For we are YOUNG and free” til “For we are ONE and free”.
Hetta verður gjørt fyri at viðurkenna upprunafólkið í Avstralia, har stjórnin ynskir at verða meira fevnandi yvirfyri upprunafólkinum í landinum.
- Tað er uppá tíðina, at vit tryggja ein heilleika fyri alla tjóðina í okkara tjóðsangi, segði Morrison millum annað í einum boðum nýggjársaftan.
Seinni slóð hann nýggju linjuna fasta í einum Twitter-boðum, tá hann ynskti tjóðini gott nýggjár.
Orsøkin til hesa lítlu broyting av tjóðsanginum er at samansjóða tjóðina betri, sambært forsætisráðharranum.
- Hóast Avstralia, sum ein nýmótans tjóð, er lutfalsliga ung, so er okkara søga fyrndargomul, skrivar forsætisráðharrin í miðlinum, The Age.
Avstralia er eitt land, ið enn roynir at gera upp við sína fortíð, tá upprunafólkið hava verið lítisgjørd.
Tá ið bretar komu til Avstralia, broyttist lívið hjá upprunafólkunum. Mong vórðu dripin ella doyðu av evropeiskum sjúkum. Í 19. øld tóku evropearar eisini lívsgrundarlagið undan nógvum upprunafólkum í Avstralia. Børn vórðu tikin frá foreldrunum og undirvíst eftir evropeiskum siði. Í mong ár var undirvísingarmálið hjá aboriginskum børnum bara enskt, og tey sluppu ikki at læra sítt móðurmál. Hetta førdi við sær, at nógv upprunamál og upprunasiðir eru horvin.
Ken Wyatt, ið er ráðharri fyri upprunafólkið í Avstralia og samstundis fyrsti uppruna avstraliari, ið er valdur inn í avstralska undirhúsið sigur, at hóast hetta er ein lítil broyting, so er endamálið sera týdningarmikið.
“Advance Australia Fair” gjørdist avstralskur tjóðsangur í 1984. Áðrenn tað var tað “God Save the Queen”, sum var tjóðsangur.