Fólk undrast á gátuførar monolittar

Nakrir monolittar hava verið stillaðir upp kring heimin uttan nakra frágreiðing. Fólk hava roynt at funnið útav, hvat meiningin er við hesum stabbum. Nú byrja tey, ið hava stillað nakrar av hesum stabbum upp, at geva seg til kennar

Sigurjón Einarsson
15. desember 2020 kl. 12:35

Fyrst varð ein monolittur uppdagaður langt úti í oyðimørkini í amerikanska stakríkinum, Utah, tá menn taldu seyð, meðan teir flugu við tyrlu í oyðimørkini, tá teir brádliga løgdu til merkis ein skínandi stabba, ið stóð fyri seg sjálvan í sandinum. Tað var flogskiparin á tyrluni Bret Hutchings, sum fyrst legði til merkis skínandi lutin.

- Hetta er tað løgnasta, eg nakrantíð havi upplivað, meðan eg havi virkað sum flogskipari í økinum, segði hann, sambært The Guardian.

Við blaðið sigur hann víðari, at luturin sá út til at vera mannagjørdur, har hann stóð væl plantaður í sandin.

- Hetta má vera okkurt “new wave”-listafólk, ið hevur gjørt hetta ella onkur, sum er stórur 2001: A Space Odyssey-fjeppari, sigur Hutchings.

Monolitturin í Utah og landslagið har líkist nógv einum kendum filmstilburði frá filminum hjá Stanley Kubrick frá 1968, har nakrar apur møta einum monolitti úti í náttúruni.

Hesin monolitturin, ið varð funnin í Utah tann 18. november, var brádliga vekk aftur 27. november – eisini uttan nakra frágreiðing.

Síðani eru fleiri aðrir monolittar verið at sæð kring heimin. Eitt nú í Niðurlondum, Belgia, Spania, Týsklandi, Kolumbia, Rumenia, Isle of Weight og nú eisini í Norra.

Felags fyri teir allar er, at hesir stóru og skínandi stabbar brádliga hava staðið uppi, uttan at nøkur frágreiðing hevur verið um, hvat meining við teimum er. Tí hava mong undrast á, hvar hesir monolittar koma frá.

Men meðan alt gátuføri hevur fingið fríar ræsur at liva sítt egna lív, so hevur ein ókendur listamaður, ið nevnir seg The Most Famous Artist latið frætta frá sær og sigur, at hann tað var hann, ið hevði sett ein monolitt upp í Utah og ein upp í Kalifornia. Hesir monolittar eru nú til sølu fyri 335.000 krónur fyri hvønn monolitt.

Á monolittinum, ið varð funnin á Isle of Weight stóð:

- Góða ferð til allar rúmdarverur, ið arbeiða hart at breiða mýtuna út kring heimin.

Ein sniðgevi úr West Sussex í Onglandi hevur síðani sagt, at tað var hann, sum hevur ábyrgdina fyri monolittin, sum varð stillaður upp í Isle of Weight. Hetta, tí heimurin hevur brúk fyri eitt sindur av gaman í hesum tíðum.

- Monolitturin er nakað framúrskarandi og øðrvísi í eini annars stressandi tíð, sigur sniðgevin við BBC.