Svøríki er blivið heimskent fyri sína tilgongd til Covid-19 alheimsfarsóttina, men hesar seinnu vikurnar hava svensku politikkarnir hálsað um og tikið ræðið av farsóttarfrøðinginum, Anders Tegnell.
Svenska stjórnin meldaði út tann 11. november, at forboð at selja alkohol eftir klokkan 22 fór at koma í gildið 20. november. Eisini segði stjórnin 16. november, at frá 24. november fór forboð at verða sett í verk hjá fólki at samlast – frá 50 og niður til átta fólk, fyri at steðga smittuspjaðingin.
Og tað sær út til, at svenska fólkið hevur lurtar eftir politikkarnum. Bæði talið av positivum kanningum og smittutølini vaksa ikki eins nógv og tey gjørdu í endanum av oktober, hóast tað enn er høgt.
Alt hetta sæst eisini aftur í býarmyndini. Brandur Enni býr í Stokkhólmi, og hann merkir eisini, at fólk eru meira varin nú.
- Í løtuni eru fólk sera varin. Tað er lítið av fólki í kollektivu ferðsluni, og tey flestu, ið kunnu, arbeiða heimanífrá, sigur Brandur Enni í viðtalu við Dimmalætting.
Heri Eysturlíð býr nakað uttanfyri Stokkhólmi, í Södertälje. Hann merkir ikki eins nógv til nýggju tilmælini og tó so.
- Fólk eru nógv meira varin, halda frástøðu og eru ikki líka sosial. Flestar kirkjur hava avlýst gudstænasturnar, og Stefan Löfven helt herfyri eina ordans moralprædiku fyri tjóðini, har hann heitti á fólk um at ansa sær og vísa ábyrgd. Men her eg búgvi, merki eg ikki so nógv til nýggju tilmælini, greiðir Heri frá.
Hervið kann staðfestast, at svenska stjórnin fer burtur frá kósini, ið farsóttarfrøðingurin Anders Tegnell annars hevur staðið fyri: At halda stórar partar av Svøríki opið og leggja ábyrgdina yvir til fólkið.
Fólkið lurtar eftir tilmælunum, men summi tala enn at
Hagtøl frá Folkhälsomyndigheten siga, at talið av fólki, ið verða innløgd á intensivu deild, er byrjað at flatna meira út, men tað kann skjótt broytast. Og við nýggju tilmælunum og banninum at selja alkohol eftir klokkan 22, ið kom í verk tann 20. november, sær út til at bera frukt.
Men enn eru tað atfinningarsamar røddir frammi um, at nýggju átøkini hjá svensku stjórnini ikki eru nóg strong.
- Ja, her verður eisini kjakast um hetta. Blaðstjórin á Dagens Nyheter, Peter Wolodarski, er sum áður sera skeptiskur um, hvussu farið hevur verið fram frá svenskum myndugleikum, sum hann metir ikki hava tikið neyðug atlit til at tey, ið eru í vandabólkinum, greiðir Brandur frá.
Eftir stendur, at svenska stjórnin nú hevur hálsað um seinastu vikurnar og hevur framt avmarkingar, og ikki einans givið ráð og tilmæli til svenska fólkið – eisini tilmæli, ið ganga ímóti tí, ið Anders Tegnell annars hevur prædika fyri svenska fólkinum.