Sum nevnt í aðrari grein á heimasíðuni, var tað serliga fiskivinnan, sum var knútapunktið, nú Brexit-avtalan endaliga skuldi fáast upp á pláss.
Í Danmark eru fiskivinnuaktørarnir ógvuliga misnøgdir við úrslitið, tí avtalan inniber, at ES-londini ikki óavmarkað sleppa at fiska í bretskum sjógvi.
Enn er ikki greitt, hvussu smálutirnir í avtaluni er, men allir miðlar eru samdir um, at ES-veiðan í bretskum sjógvi skal minkast við 25 prosentum, sum bretsk skip skulu fiska ístaðin.
Heilt so ógvusligt verður tað ikki frá byrjan, skrivar BBC, sum í dag skrivar, at tað byrjar við ES-veiðan í bretskum sjógvi minkar við 15 prosentum. Hereftir minkar veiðan við 2,5 prosentstigum um árið tey næstu fýra árini, so hon at enda er lækkað við 25 prosentum.
- Hetta hevur við sær, at bretsk skip í juni 2026 hava atgongd til tað sum í virði svarar til 1,2 milliardir krónur av fiski um árið. Í 2019 fiskaðu bretsk skip 502.000 tons í bretskum sjógvi. Tað er vert umleið sjey milliardir krónur, skrivar BBC.
Boris Johnson, stjórnarleiðari, hevur lovað fiskivinnuøkjunum í Bretlandi, at stjórnin fer at gera ein fiskivinnupakka uppá umleið 100 milliónir pund, sum skal vera við til at endurnýggja flotan, so hann er klárur at taka ímóti nýggju avbjóðingunum.
Tað er ikki endiliga tí, at fiskivinnan sum so fyllir so nógv í búskapinum, hvørki í Bretlandi ella í ES. Annað er, sum fyllir meira, men signalivirði í fiskivinnuni hevði sera stóran týdning í valstríðnum frammanundan fólkaatkvøðuni um Brexit í juni 2016.
Eins og Føroyar í 1972 var ræðisrætturin á fiskivinnuni og egnum sjógvi sera týdningarmikil, og akkurát tí hevði tað so serliga stóran týdning hjá bretum at fáa eina fiskivinnuavtalu í lag, sum ber í sær, at tað er Bretland og ikki ES, sum ger av, hvussu fiskivinnan í bretskum sjógvi skal skipast.
Og tað fær Bretland við nýggju avtaluni.