Korona: Bretar góðkenna enn eitt koppingarevni

Stórabretland hevur góðkent koppingarevnið frá Oxford-AstraZeneca móti koronasmittuni. Hetta er bæði bíligari og lættari at goyma enn tað frá Pfizer-BioNTech

Sigurjón Einarsson
30. desember 2020 kl. 10:30

Tað er eins og Churchill segði við krígstroyttar bretar.

- Hetta er ikki byrjanin til endan. Men hetta er kanska endin á byrjanini.

Bretar hava júst góðtikið eitt koppingarevni frá Oxford-AstraZeneca, ið væntandi verður tikið í brúk longu frá 4. januar, nú stórt trýst er á heilsuverkið í Stórabretlandi, sum ongantíð áður í nýggjari tíð.

Við tað, at eitt nýtt frábrigdi av koronu er staðfest í Stórabretlandi, hava smittutølini bara gingin ein veg – uppeftir. Í gjár vórðu 53.135 fólk staðfest við koronusmittuni, og tað er nýtt met. Dagin fyri var talið umleið 41.000 fólk. Hetta hevur fingið bretsku stjórnina at seta enn harðari avmarkingar í verk.

Men í hesi sváru tíð hjá bretum, so er ein lítil vón. Bretsku heilsumyndugleikarnir hava góðkent koppingarevnið frá Oxford-AstraZeneca, ið longu verður tikið í brúk nú mánadagin.

Stórabretland hevur bílagt 100 milliónir skamtar, ið er nokk til at koppseta 50 milliónir fólk.

- Hetta fer at verja allar okkara íbúgvar, tá hetta koppingarevnið verður sameint við øllum skamtunum frá Pfizer-BioNTech, ið bretar hava bílagt, sigur bretski heilsumálaráðharrin, Matt Hancock, fyri BBC.

Koppingarevnið frá Oxford-AstraZeneca varð ment í vár í ár, síðani kannað við royndum frá sjálvbodnum fólki í apríl og eftir tað verið gjøgnum fleiri kliniskar royndir.

Hetta er næsta koppingarevnið, ið er góðkent í Stórabretlandi, eftir at koppingarevnið frá Pfizer-BioNTech varð góðkent fyrst í desember.

Munurin millum hesi bæði koppingarevnini eru millum annað, at Oxford-AstraZeneca fer at selja sítt koppingarevnið uttan vinning. Tað kostar 10-12 krónur – ella ein fimtapart av tí hjá Pfizer-BioNTech – og kann goymast í vanligum kuldaskápi. Koppingarevnið frá Pfizer-BioNTech skal goymast í 70 kuldastigum.

Hetta koppingarevnið fer væntandi eisini at verða brúkt í ES-limalondunum – herundir eisini Danmark, har vit føroyingar higartil hava fingið okkara koppingarevni frá. Men ES bíðar enn eftir at fáa eina umsókn frá felagnum aftanfyri nýggja koppingarevnið, áðrenn ES kann geva eina endaliga góðkenning og byrja at koppseta.

Men meðan ES-nevndin hevur gjørt avtalu at keypa 300 milliónir skamtar við møguleika at keypa 100 milliónir afturat, so hevur Stórabretland longu gjørt avtalu um 100 milliónir skamtar, har byrjað verður koppseta, sum áður sagt, longu nú mánadagin. 4. januar.