Enn hevur jólafriðurin ikki lagt seg yvir Stórabretland, men hann kemur kanska seinni í dag. Samráðingar um eina handilsavtalu millum Stórabretland og ES eru millimetrar frá at vera liðug, og ein tíðindafundur er settur á skrá seinni í dag.
- Vit vita ikki so nógv um innihaldið, men vit vænta, at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, og forkvinnan fyri Evropanevndina, Ursula von der Leyen, fara at hava eina samrøðu um eina løtu, og síðani verður ein tíðindafundur, sigur ES- korrespondenturin hjá Danmarks Radio, Ole Ryborg, við heimasíðuna hjá danska kringvarpinum.
- Um sjey dagar fer Stórabretland úr innara marknaðinum í ES, og tað merkir, at koma partarnir ikki ásamt um eina avtalu, so kemur tollur á allar vørur frá nýggjar at rokna, sigur hann.