Nepal og Kina hava í áratíggju mált hæddina á tveir ymiskar mátar. Í 1954 máldi ein indisk máting, at Mount Everest er 8.848 metrar høgt, og hetta hevur síðani verið almenna hæddin á hægsta fjallinum í heiminum. Hetta er talið Nepal og nógv lond í heiminum hava roknað sum rætta hæddin. Tó hevur Kina havt eina aðra hædd á fjallinum. Har hevur hæddin verið 8.844 metrar.
Men herfyri komu Nepal og Kina ásamt um, at gera nýggjar mátingar av heimsins hægsta fjallið í felag. Nú er liðugt mált og úrslitið er, at Mount Everest nú er 8.848,86 metrar høgt. Tað skrivar Kathmandu Post.
So er spurningurin, um Trivial Pursuit og onnur, ið taka sær av spurnarkappingum fara at broyta almenna talið á Mount Everest.
Men tað merkir nú, at heimsins hægsta fjall er blivið eitt sindur hægri enn áður, 0,86 metrar hægri.
Avdúkingin av nýggju hæddini hendi samstundis í Nepal og Kina.