Tom Cruise í øðini
Ein ljóðupptøka við Tom Cruise, har hann skeldar filmsfólk út, er almannakunngjørd
Sigurjón Einarsson
17. desember 2020 kl. 15:40
Ein ljóðupptøka, har Hollywood-stjørnan Tom Cruise skeldar nøkur filmsfólk út, ið ikki virða koronutilmælini, sum eru settar fyri at galda undir upptøkunum av nýggja Mission Impossible 7-filminum, eru nú almennakunngjørdar.
Hárturkaraviðgerðin skal vera hend í London, meðan filmsliðið tók nakrar filmstættir upp í enska høvuðsstaðnum.
Her sigst Tom Cruise at hava steðga upptøkuni tann eina dagin, tí filmsfólk stóðu ov nær hvørjum øðrum. Og tað eru ikki við mýkindum, at hesi fólk verða sett uppá pláss við nøkrum borgarligum orðum.
Hoyr hárturkaraviðgerðina hjá Tom Cruise her (og vit skulu ávara um ósømiliga málburð í ljóðupptøkuni):