Senatorval er í amerikanska statinum Georgia í dag. Úrslitið av valinum fer í stóran mun at mynda forsetaskeiðið hjá nývalda forsetanum, Joe Biden.
Sum er eigur republikanski flokkurin 52 av 100 sessum í Senatinum. Tveir av hesum sessunum eru teir báðir sessirnir hjá Georgia, sum í dag standa fyri vali.
Valið í dag hevur stóran týdning, tí at hendir tað seg at demokratisku valevnini, Jon Ossoff og Raphael Warnock, vinna báðar sessirnar í dag, so hevur flokkurin vunnið alt valdið í Kongressini (Senatið og Umboðsmannatingið) og í Hvítu Húsunum. Støðan er tá tann, at tað stendur á jøvnum 50/50 í Senatinum og í einari tílíkari støðu, fellir avgerandi atkvøðan til nývalda demokratiska varaforsetan, Kamala Harris.
Við hesum hevur demokratiski flokkurin tá valdið í Hvítu Húsunum, Senatinum og í Umboðsmannatinginum, ein støða, sum demokratarnir ikki hava staðið í síðani Barack Obama varð valdur til forseta í 2008.
Gongur tað rætta vegin hjá demokratiska flokkinum í dag, hevur flokkurin góð kort á hondini at føra politikkin hjá Joe Biden, eitt nú innan heilsurøkt, umhvørvi, tilflytan, valrættindi, fátækradømi og rasurættindi, skriva eitt nú The Guardian og BBC.
Tó at nógv er at vinna hjá demokratunum í dag, so er langt frá vist at hetta fer at eydnast. Seinastu 20 árini hevur ikki eydnast demokratiska flokkinum, at vinna ein av teimum báðum sessunum hjá Georgia í Senatinum. Tí verður mett, at tað eru teir báðir núverandi republikansku senatorarnir í Georgia, Kelly Loeffler og David Perdue, sum fara at varðveita sessirnar.
Úrslitið av forsetavalinum var tó, at Joe Biden vann við 12.000 atkvøðum og tí hevur demokratiski flokkurin eina vón um valsigur í Georgia í dag.
Fráfarandi forsetin, Donald Trump, hevur gjørt nógv um seg seinastu dagarnar, eftir at hann royndi at trýsta uttanríkisráðharran í Georgia, Brad Raffensberger, at broyta valúrslitið av forsetavalinum í Georgia. Donald Trump sigur, at valsvik fór fram í Georgia, ein ákæra, sum Raffensberger vísir aftur. Men málið fær nógva umtalu og væntað verður, at tað kann fáa ávirkan á valið í Georgia í dag. Um tað er til fyrimun fyri republikanska flokkin ella ikki er tó óvist.