Peter Willers Jepsen, ið eisini verður nevndur Zupp, er ein danskur pokerspælari, sum hevur poker sum sítt yrki, hevur fingið trý ára fongsulsrevsing fyri at hava hakkað seg inn á teldur hjá øðrum og fyri svikagerðir. Samstundis verður hald lagt á 22,4 milliónir krónur, sum hann skal hava vunnið við at svika síni mótstøðufólk.
Zupp er dømdur fyri at, í fleiri førum, hava lagt eitt telduforrit inn í teldurnar hjá sínum mótleikarum, so hann kundi fylgja við á teirra telduskíggja. Tað vil siga, at tá hann spældi poker á netinum, kundi hann síggja kortini hjá sínum mótleikarum.
Í býarrættinum í Keypmannahavn varð hann dømdur tvey og eitt hálvt ára fongsul – Eystari Landsrættur gav honum trý ára fongsulsrevsing.
Svikagerðirnar eru framdar í tíðarskeiðinum frá 2008 til 2014.
Í samband við kanningararbeiðið, hevur løgreglan lagt hald á 28 milliónir krónur hjá Peter Willers Jepsen. Landsrætturin heldur tó, at bert umleið 750.000 krónur av hesari upphædd stava frá svikagerðum. Hóast hetta, hevur Landsrætturin valt at lagt hald á 22,4 milliónir krónur, tá Peter Willers Jepsen ikki kann greiða frá, hvar hann hevur fingið hendan peningin á lógligan hátt.
Eftir eru 6,5 milliónir krónur. Tær hevur ákærin Peter Messerschmidt biðið rættin um at hava í varðveitslu. Hesin peningur skal nýtast til at gjalda endurgjaldskrøv og sakarkostnaðin, er kravið hjá ákæraranum.
Eystari Landsrættur skal tó taka avgerð um hetta kravið, áðrenn so verður.