Brexit: Sjónvarpsstøðir rýma úr Bretlandi

Brexit-avtalan, sum ES og Bretland gjørdi jólaaftan, fær stóra ávirkan á virksemið hjá stóru altjóða sjónvarpsstøðunum, sum í nógv ár hava hildið til í bretska høvuðstaðnum. Frá 1. januar kunnu tey ikki senda til onnur evropeisk lond uttan at hava fingið serstakt loyvi frá hvørjum einstøkum móttakaralandi

Sveinur Tróndarson
28. desember 2020 kl. 12:36

Umleið 1.400 sjónvarpsfeløg, sum hava staðið fyri gott og væl 30 prosentum av øllum sjónvarpsrásum í ES hava hildið til í ES. Har hava tær notið gott av teimum serliga lagaligu lýsingarreglunum í Bretlandi, sum millum annað hava gjørt tað møguligt hjá sjónvarpsstøðunum at lýsa við rúsdrekka, og samstundis senda til onnur evropeisk lond, har júst tað er bannað.

Men frá ársbyrjan í 2021 verður tað ikki longur gjørligt.

Tað skrivar Berlingske.dk í dag.

Orsøkin er tann nýggja Brexit-avtalan, sum varð gjørd jólaaftan, tí eftir fronskum ynskjum, er útvarps- og sjónvarpsbransjan, sum sjónvarpsstøðirnar eru partur av, als ikki partur av nýggju avtaluni.

Tað hevur við sær, at sjónvarpsstøðir, sum halda til í Bretlandi frá 1. januar bert kunnu síggjast í hinum 27 ES-londunum, um tey fáa eitt serloyvi frá hvørjum einstøkum landi, skrivar Berlingske.dk.

Akkurát tað verður nokk torført, og tí mugu sjónvarpsstøðirnar flyta til onnur ES-lond, so tey framhaldandi kunnu sleppa at senda í ES uttan serligt loyvi frá hvørjum einstøkum móttakaralandi.

Flytingin hevur so tað við sær, at sjónvarpsstøðirnar flyta til lond, sum hava nógv strangari lýsingarreglur. Í Bretlandi er loyvt at lýsa við rúsdrekka, nakað sum til dømis ikki er loyvt í skandinavisku londunum. Tað vil tí siga, at frá nýggjárinum vera ongar rúsdrekkalýsingar at síggja í lýsingum í sjónvarpi.

Fleiri av rásunum eru longu fluttar í onnur lond. Norðurlendsku rásirnar millum annað hjá NENT, tað eru TV3-rásirnar, eru longu fluttar til Svøríkis, og Discovery-rásirnar eru longu fluttar undir týskar reglur, skrivar Berlingske.dk, sum eisini veit at siga, at BBC hevur fingið øll síni loyvi uppá pláss, so bretsku rásirnar framhaldandi kunnu senda til hini evropeisku londini.