2020 hevur verið eitt serligt ár. Meðan ein kreppa antin er blivin gloymd ella miðlarnir ikki hava givið sær far um at lýsa onnur ár, so hava flestar kreppur í ár staðið í skugganum av koronafarsóttini.
Í hesum sambandi hava Læknar uttan landamørk gjørt eina kanning fyri at finna útav, hvørjar kreppur og sjúkur ikki hava verið á breddanum.
Á listanum er tað, eins og undanfarin ár, kreppur av menniskjaligum ávum, stríð, farsóttir og drúgvar heilsukreppur, ið hava kostað milliónir av mannalívum.
- Tá vit hugsa aftur á 2020, so haldi eg, at nógv hava tað torført at minnast nakað annað enn korona og alt tað, sum hetta hevur ávirkað okkara gerandisdag. Men tað er eisini týdningarmikið, at fokus verður á tær kreppur, sum vit ikki hava givið okkum far um – bæði í miðlunum og í heilsuskipanini, sigur forkvinnan fyri Læknar uttan landamørk í Danmark, Heidi Christensen.
Sum dømi kunnu tuberklar nevnast. Ein sjúka, ið krevur 1,5 milliónir mannalív hvørt ár kring heimin. Men avmarkingar vegna korona, manglandi møguleikum at lata seg kanna ella óttin fyri koronafarsóttini, so kann hetta talið gerast hægri fyri 2020 enn fyri onnur ár, metir Altjóða Heilsustovnurin undir ST, WHO.
Fimm tær mest gloymdu kreppurnar í 2020 eru (sambært kanningini hjá Læknum uttan landamørk):
1. Hundaøði
Tað er eitt úrslitagott koppingarevni móti hundaøði. Hóast hetta, so doyggja minst 59.000 fólk árliga av sjúkuni.
2. Kamerun
Eitt harðrent stríð í Kamerun hevur havt við sær, at meira enn 700.000 fólk eru flýdd. Boko Haram hevur ræðið í norðara parti av landinum, og frá eystri koma túsundatals av flóttum frá Miðafrikalýðveldinum.
3. Tuberklar
Hóast tuberklar kann viðgerast, so gerast 10 milliónir fólk sjúk av sjúkuni hvørt ár – 1,5 milliónir doyggja.
4. Burkina Faso
Meira enn ein millión fólk eru flýdd, ið verður lýst sum heimsins skjótast vaksandi menniskjaliga kreppa.
5. Malaria
Í 2019 fingu umleið 229 milliónir fólk malaria – og 409.000 fólk doyðu sum avleiðing av sjúkuni, ið bæði kann forðast og viðgerast.
Kelda: Læknar uttan landamørk