Tann lítla bygdin Fucking, ið liggur 260 kilometrar vestanfyri Wien hevur – við sínum 106 íbúgvum – verið eitt ferðamál hjá ferðafólki, ið hava tikið myndir av sær sjálvum frammanfyri skeltini, har bygdanavnið stendur á.
Eisini hava fleiri ferðafólkabussar lagt leiðina framvið bygdini, og ofta eru bygdarskeltini blivin stolin.
Nú hevur meirilutin av íbúgvunum í Fucking bygdini fingið nokk, og ynskja hetta broytt. Tað váttar Andrea Holzner, ið er framsøgufólk í Tarsdorf kommunu.
Frá 1. januar fer bygdin at eita Fugging.
- Eg kann vátta tað, at bygdin broytir navn. Eg havi ikki meira viðmerkingar til tað. Vit hava fingið nokk av miðlaumrøðu hesum viðvíkjandi, sigur Holzner.
Blaðið Die Presse skrivar, at íbúgvarnir eru troyttir av tí uppmerksemi, vánaligum skemtisøgum og ónærislig vitjandi, sum bygdin hevur havt, har einasta lógarbrotið í bygdini hevur verið, at bygdarskeltini ofta eru blivin stolin. Tað hevur verið ein somikið stórur trupulleiki, at tey hava stoypt bygdarskeltini niður í betong og sveisað tey eyka væl føst.
Gamalt navn
Navnið á bygdini, Fucking, er eftir øllum at døma yvir 1000 ára gamalt, skrivar The Guardian.
Fyrstu íbúgvarnir eru longu skrásettir í ár 1070, men heimstaðarsøgukøn fólk siga, at bygdin varð grundløgd av aðalmanni úr Bayern longu afturi í 500-talinum, ið bar navnið Focko.
Bygdin gjørdist serliga kend í 2010, tá eysturríkski rithøvundurin Kurt Palm gav eina krimisøgu út, ið æt “Bad Fucking”, sum ger fyri seg í bygdini við tí óhepna navninum.
Bókin varð seinni gjørd til film við sama navni, og Fucking er síðani endað á listanum yvir skemtilig bygdarnøvn, sum eitt nú Kissing, Wank og Petting, ið liggur í Bayern.
Eisini hava onnur sæð stórt lýsingarvirði við at brúka bygdanavnið til marknaðarføring. Týski øl-framleiðarin Krause gjørdi eina øl, sum teir nevndu fyri “Fucking Hell”, ið bant saman bygdarnavnið á eysturríksku bygdini og “Hell”, sum merkir ljós – Fucking ljós øl, um vit umseta tað til føroyskt.
Fucking fekk eisini vitjan av útsenda tíðindafólkið hjá norska NRK, Nicolay Ramm, í samband við HM í skíð, sum var nærhendis bygdini í fjør.
Sjónvarpsfrásøgnin “Welcome to Fucking” hevur verið at sæð yvir tríggjar milliónir ferðir á YouTube.