Seinastu tíðina hava hjálmgluggar (á donskum: visir) verið meira og meira at sæð í Føroyum. Eitt nú sást hetta slagið av smittuverju í fleiri handlum upp undir jólini.
Men sambært Hans Jørn Kolmos, professara í kliniskum mikrobiologi á Syddansk Universitet, er hendan verjan als ikki eins trygg sum góðkend munnbind.
Hans Jørn Kolmos sigur, at hjálmgluggin ongantíð hevur verið eitt alternativ til munnbindið, men at tað tíverri tykist at verða blivið tað millum fólkið. Danska heilsustýrið viðmælir heldur ikki at brúka hjálmgluggan sum eitt alternativ.
Tað er serliga tá ein smittaður brúkar hjálmglugga at vandi er, tí at hjálmgluggin ikki er eins effektivur sum munnbindið, sigur Hans Jørn Kolmos við Ritzau.
Fleiri sløg av hjálmgluggum eru at síggja í Føroyum. Mest vanliga er stóri hjálmgluggin, sum fer frá pannuni niður um høkuna. Tó eru eisini aðrir hjálmgluggar, sum bara dekka frá munninum og niður til høkuna.