Koronasjúkan er vandamiklari enn vanligt krím.
Tað staðfestir ein landsdekkandi fronsk kanning sløkum 90.000 innløgdum koronasjúklingum, sum er gjørd í tíðarskeiðinum frá 1. mars til 30. apríl í ár, og sum er samanborin við slakar 46.000 innlagdar krímsjúklingar, sum vóru innlagdir í tíðarskeiðinum frá desember 2018 til februar 2019.
Tað skriva danska blaðið BT í dag.
Danska blaðið vísir til niðurstøðuna í kanningini, sum vísir til, at fleiri fólk sum hava korona doyggja enn tað gera við vanligum krími. Eisini vísa tølini, at koronasjúklingar vóru innlagdir í longri tíð enn krímsjúklingar.
Tað er ikki tí, at fólk doyggja við – ella av – korona í øllum londum. Í Føroyum er eingin deyður av korona enn, um enn fleiri fólk hava verið innløgd á sjúkrahúsi.
Í Danmark eru higartil gott og væl 1.100 fólk deyð av korona í ár, men avmarkingarnar í samfelagnum hava havt tað við sær, at færri fólk eru deyð av vanligum krími. Ein uppgerð frá Statens Serumsinstitut vísir, at “bara” 119 fólk eru deyð við beinkrími í 2019/20. Hetta tal hevur verið munandi hægri okkurt árið. Millum annað í 2017/18, tá umleið 1.600 danir doyðu við beinkrími.
Sambært myndugleikunum er frágreiðingin tann, at avmarkingarnar í samfelagnum, og broyting í atburðinum hjá dønum hevur gjørt stóru broytingina, skrivar BT.