Í 1954 máldi ein indisk máting, at Mount Everest er 8.848 metrar høgt, og hetta hevur síðani verið almenna hæddin á hægsta fjallinum í heiminum. Hetta er talið Nepal og nógv lond í heiminum hava roknað sum rætta hæddin. Tó hevur Kina havt eina aðra hædd á fjallinum
Afturi í 1999 brúkti eitt amerikanskt ferðalið gps-tøkni, ið legði tveir metrar afturat tí almennu kendu hæddina, soleiðis at National Geographic Society nú brúkar 8.850 metrar sum almennu hæddina fyri heimsins hægsta fjall.
Eisini hevur kjak verið um, at ein jarðskjálvti afturi í 2015 kann hava havt ávirkan á hæddina á fjallinum.
Men nú fara Nepal og Kina saman at finna útav, hvussu høgt Mount Everest er, ið so verður almenna hæddin hereftir. Tí meðan Nepal hevur brúkt altjóða kendu hæddina á 8.845 metrar, hevur Kina brúkt eina hædd, sum er fýra metrar minni.
Nýggju mátingarnar verða gjørdar í felag, men hvat nýggja hæddin verður, mugu tey forvitnu bíða eina løtu afturat at finna útav, tá bæði londini væntandi fara at almennakunngerða nýggju hæddina seinni í hesi vikuni, skrivar Wall Street Journal.