Tivoliið letur aftur av sínum eintingum

Nógv plaga at vitja danska Tivoliið um jólini, men tað verður ikki í ár. Tivoliið í Keypmannahavn letur aftur

Sigurjón Einarsson
9. desember 2020 kl. 14:17

Í dag eru nógvar avmarkingar komnar í gildi í Danmark. Danska stjórnin letur 38 kommunur aftur í dag, og tað merkir, at matstovur, barrir, kaffistovur og innandura ítrív lata aftur. 

Tivoliið í danska høvuðsstaðnum er eitt av støðunum, ið framhaldandi hevði møguleika at hava partvíst opið, men nú hevur leiðslan í undirhaldsgarðinum valt at lata heilt aftur, so tilmæli um at ikki samlast, verður fylgt.

- Vit fata boðini hjá stjórnini og myndugleikunum klárt og týðiliga, og skulu vera saman minst møguligt, tí meta vit, at tað er tað einasta rætta at gera, sigur undirhaldsgarðurin í einum tíðindaskrivi.

Tivoliið letur ikki upp aftur, fyrr enn 27. mars komandi ár, um einki óvæntað verður til ta tíð.

Tó kann tað vera, at tónleikasalurin letur upp fyrr, um avmarkingarnar loyva tí.