Sambandið millum miðlar og Facebook verður ofta nevnt sum eitt frenemy-samband – bæði friends og enemies – og hóast peningaviðurskifti millum vinir ofta hevur keðiligar avleiðingar við sær, so ger hetta seg galdandi í handilsheiminum og eisini í miðlaheiminum.
Í 2021 fer Facebook at fáa ein News Section-pall fyri sínar bretsku brúkarar, har tær týdningarmiklastu søgurnar fara at fáa pláss á egnum tíðindastreymi – tað vil siga, at tað verður ikki á vanliga Facebook-streyminum, har tú millum annað sært, nær títt systkinabarn hevur føðingardag.
Dagsins søgur fara at verða útvaldar av redaktørum, sum skulu finna tær áhugaverdu søgurnar við millum annað at nýta algoritmur, ið passa til títt persónliga brúk vegna tíni áhugamál og atferð á sosiala miðlinum.
Enn er ógreitt, um tíðindagreinarnar fara at verða lagdar beinleiðis á Facebook-pallin ella um eitt leinki verður lagt út til sjálvan miðilin.
Sambært The Guardian hava navnframir bretskir miðlar, sum eitt nú The Guardian sjálvt, The Economist, The Daily Mirror og The Independent takkað ja til hetta nýggja samarbeiði. Og tá útlitini eru fyri at fáa nakrar eyka milliónir í lumman frá Facebook, so er skiljandi, at miðlarnir eru sinnaðir í hesum samarbeiðinum.
Facebook hevur millum ár og dag gjørt nakrar royndir við tíðindatilfari, men hetta hevur sosiali miðilin fingið nógvar ábreiðslur fyri. Tann nýggi tíðindastreymurin kemur tí – eftir øllum at døma – at verða ein úrvaldur tíðindastreymur, samstundis sum vanligi Facebook-streymurin eisini fer at innihalda tíðindasøgurnar, ið brúkararnir sjálvi deila.
Nær vit, ella um og hvussu vit onnur fáa ágóðan av hesum nýggja átakinum hjá Facebook, ið fyribils einans verður galdandi fyri Stórabretlandi, vita vit ikki í núverandi stund, men tað fara vit nokk at frætta nærri um, um so verður. Men tað verður neyvan føroyskir miðlar, ið fáa ágóðan frá hesum Facebook-átakinum, skuldi tað komið hertil. Heldur verður tað danskir miðlar, sum koma á tíðindastreymin fyri Føroyar eisini.
Til ber at lesa meira um hetta hjá The Guardian her.