Týskland keypir fleiri koppingarevni uttanum ES

Týska stjórnin hevur keypt fleiri koppingarevni enn tær skamtirnar, ið longu eru tryggjaðar gjøgnum ES

Sigurjón Einarsson
23. desember 2020 kl. 11:20

Týskland hevur ikki tíð at bíða. Nú hevur týska stjórnin avgjørt at keypa enn fleiri koppingarevni. Tað skriva fleiri týskir miðlar – eitt nú Bild am Sonntag og ZDF.

ES-kommissjónin góðkendi koppingarevnið frá Pfizer/BioNTech fyrr í vikuni, har týskarar hava tryggjað sær 30 milliónir skamtir uttanum ES-skipanina.

Harumframt hevur Týskland tryggjað sær 55,8 milliónir skamtir gjøgnum ES-avtaluna við Pfizer/BioNTech, men hevur eisini tryggjað sær at fáa aðrar 50,5 milliónir skamtir frá Moderna, ið enn ikki er blivið góðkent.

Við at keypa uttanum ES, hevur Týskland samlað nokk til at koppseta 82 prosent av týska fólkinum. Tað er sostatt yvir tey 70 prosentini, sum serfrøðingar meta fyri markið, nær landsins íbúgvar hava nátt floksófeingi.

Hóast týskarar sjálvir hava bílagt skamtir frá Pfizer/BioNTech, so merkir tó ikki, at Týskland fær hesar skamtir skjótari enn tær, ið eru bílagdar gjøgnum ES.

Sambært ZDF, fer Týskland at fáa størsta partin av koppingarevnunum frá bæði Pfizer/BioNTech og Moderna í leypi av 2021.