Margaret Keenan, ið verður 91 ár í komandi viku, gjørdist fyrsti persónurin í Stórabretlandi at verða koppsett móti koronu, tá hon fekk fyrstu sproytuna í morgun klokkan 6:31. Næsti persónurin í røðini at fáa sproytu, fór til ein mann, sum bar kenda navnið William Shakespeare.
- Eg eri sera fegin um at verða fyrsti persónur, sum verður koppsett móti koronu, segði Keenan.
- Hetta er besta føðingardagsgávan undan føðingardegnum, ein kundi hugsað sær. Hetta merkir, at eg fái møguleika at vera saman við familju um jólini, eftir at hava verið fyri meg sjálva í hesum árinum, sigur hon.
Stórabretland er fyrsta landið í vesturheiminum, ið byrjar at koppseta fólk. Hetta ber til, tí Stórabretland ikki longur er partur av ES, sum ikki hevur góðkent koppingarevni enn, men tað verður væntandi ein av komandi døgunum.
Hvussu Stórabretland ger og hvussu tað fer at gangast við koppsettingini, fara onnur lond at fylgja væl við, hvussu leikur fer í Stórabretlandi.
Bretska heilsuverkið hevur fyrireikað seg í mánaðir og gjørt eina skipan, har tað vera eldri fólk, læknar, sjúkrasystrar, sum fyrst verða koppsett. Síðani koma skúlabørn og kvinnur, ið bera barn undir belti, sum standa fyri tørni. So kemur restin so líðandi.
Í fyrsta umfari hevur Bretland fingið 800.000 skamtar, ið er nokk til 400.000 fólk. Enn er óvist, nær meira skamtur kemur frá framleiðararnum.
Í alt hevur Stórabretland tryggjað sær 40 milliónir skamtar av koppingarevni frá Pfizer, sum røkkur til 20 milliónir fólk.