Tað er ófriður við US Capitol, tann amerikanski tjóðarbygningin, har mótmælisfólk hava brotið inn, nú tjóðartingið skuldi endaliga staðfesta amerikanska forsetavalið, ið Joe Biden vann.
Amerikanski miðilin NBC boðar frá, at ein kvinna er illa særd, eftir at hon varð skotin inni í bygninginum, meðan fleiri onnur eru særd.
Sambært einari talskvinnu fyri Hvítu húsini, so eru boð send eftir løgregluni og onnur herliðum, sum nú eru ávegis til Capitol Hill, har Kongressin er.
Eisini er útgongubann lýst yvir høvuðsstaðin.
Donald Trump hevur hvørki verið at hoyrt ella sæð, síðani ófriðurin byrjaði, men hann fær dygga ábreiðslu av sínum partamonnum.
Fyri løtu síðani helt komandi forsetin Joe Biden røðu fyri tjóðini, har hann staðiliga heitti á Trump at fáa skil á hetta óskilið.
- Hetta er ikki nøkur ósemja. Hetta er ófriðarlæti. Hetta er ikki tað Amerika, sum vit kenna tað. Tað má steðga nú. Steðga hesum, harra forseti.
Dagføring: Nú hevur Donald Trump almannakunngjørt eina videoheilsan, har hann segði, at hann elskaði síni viðhaldsfólk, og at hetta valið bleiv stolið frá teimum, men nú er tíð at fara heim.