Tað gekk ein vika, so høvdu granskarar funnið útav, at hesi fólkini vóru smittaði við einari nýggjari útgávu av koronavirus, og nakrar fáar dagar seinni, tann 11. januar, doyði tann fyrsti kinverjin við Covid-19. Tað skrivar Ritzau.
Eftir hetta, gekk tað skjótt fyri seg. Í dag verður roknað við, at yvir 80 milliónir fólk eru smittaði og umleið tvær milliónir fólk eru deyð.
Altjóða Heilsustovnurin undir ST, WHO, fyrireikar nú eina kanningarferð til Wuhan, har finnast skal fram til, hví og hvussu farsóttin byrjaði at spjaða seg.
Kina góðkennir fyrsta koppingarevni móti koronu
Samstundis sum tað júst er eitt ár síðani, at vit fyrstu ferð hoyrdu um koronu, so góðkennir Kina sítt fyrsta koppingarevni móti farsóttini. Tær klinisku royndirnar eru tó ikki heilt fullførdar enn.
Hetta er fyrsta góðkenda koppingarevni til vanligt brúk, meðan fleiri onnur koppingarevni enn verða kannaðar.
Fólk skulu, eins og við hinum góðkendu koppingarevnum, koppsetast tvær ferðir við koppingarevninum frá Sinopharm. Felagið kunnger eisini, at koppingarevnið hevur eitt virkisføri á 79,3 prosent.