Bergen heimsmet í elbilum

19,3 prosent av øllum bilum í Bergen eru elbilar

Sigurjón Einarsson
22. desember 2020 kl. 16:30

Mett verður, at innan stutta tíð fer samlaða elbilaparkin í Bergen uppum tey 20 prosentini. Sostatt verður býurin tann fyrsti í heiminum, har ein út av fimm bilum koyra við ravmagni

- Vit mugu bara ynskja politikkarnum í Bergen til lukku. Tey vísa heiminum, at tað er møguligt við einari bilapark uttan útlát, sigur aðalskrivarin fyri norsku elbilafelagsskapin, Christina Bu, fyri elbil24.no.

Tøl frá norsku samferðsluverkinum vísa, at tað vóru 21.910 elbilar í Bergen í byrjanini av desember. Tað er 19,3 prosent av øllum bilum í Bergen, har í alt 113.422 bilar eru skrásettir . Bergen verður sostatt fyrsti býur í heiminum, ið fer uppum tey 20 prosentini av samlaðu bilaparkini, sum eru elbilar, sambært felagsskapinum.

Samlaði parturin av elbilum í øllum Norra er umleið níggju prosent av samlaðu bilaparkini. Í Oslo er parturin á 16,3 prosentum, Trondheim liggur á 11,9 prosentum og í Stavanger eru 13,2 prosent av øllum bilum har elbilar.

- Kanningar vísa, at við at krevja eitt lægri bummgjald fyri elbilar, so hevur hetta verið ein av orsøkunum hví fólk í Norra heldur velja elbil. Tað er tó vert at minnast, at flestu bilar enn koyra við antin bensin ella diesel, bæði í Bergen og restina av landinum, undirstrikar Christina Bu.

Talið av skrásettum elbilum í Norra fall nógv bæði fyri oktober og november í ár. Allíkavæl verður væntað, at talið av skrásettum elbilum fer at vaksa aftur í 2021, tá fleiri sløg av elbilum koma á marknaðin, væntar norski elbilafelagsskapurin.