Beint áðrenn jólafriðurin legði seg, eydnaðist samráðingarleiðarunum at koma til eina semju um, hvussu viðurskiftini millum ES og Bretland skulu skipast, tá seinastu endarnir vera sleptir.
Samráðingarnar, sum hava verið síðan bretsku veljararnir á fólkaatkvøðu í juni í 2016 atkvøddu fyri, at Bretland skal fara úr ES, men tað eydnaðist ikki at fáa eina avtalu uppá pláss, áðrenn 31. januar í ár, sum var tann almenni dagurin, tá ES tódnaði.
Samráðingarnar hildu tó fram, men tær skuldu vera lidnar í seinasta lagi nýggjársaftan í ár, og tí var tað veruliga farið at sansa at. Og eydnaðist ikki at fáa eina avtalu, so var úrslitið, at bretskar vørur fingu ein revsitoll, sum í ávísum førum kom heilt upp í 55 prosent.
Tað var nú heldur ikki handilsavtalan, sum var trupulleikin, tí sum jólini nærkaðust var greitt, at tað var fiskurin, sum var seinasti knúturin, sum skuldi loysast áðrenn ein avtala kom upp á pláss. Og sjálvt um fiskivinnan, í krónum og oyrum, ikki fyllir so nógv, hvørki í ES ella í Bretlandi, so hevði tað ein symbolskan týdning at fáa eina loysn.
Og loysnin kom, men nú hon er komin er eingin, uttan tey sum hava gjørt hana, nøgdur við hana. Tí hvørki fiskivinnan í Bretlandi ella í ES – tað er serliga Danmark, Fraklandi og Niðurlondum – eru tey nøgd við hana.
Sleppa at fiska nógv minni
Hóast allir smálutir í avtaluni ikki eru almennir enn, er greitt, at bretska stjórnin hevur fingið sín vilja um, at ES-fiskiskip ikki sleppa at veiða líka nógv í bretskum sjógvi, sum tey hava gjørt.
Sambært Berlingske fiska danir upp til 40 prosent av teirra samlaðu veiðu í bretskum sjógvi, og tað stendur fyri umleið triðinginum av veiðivirðinum. Sambært Berlingske hava donsk, fronsk og niðurlendsk fiskiskip fiskað umleið 100.000 tons í part í bretskum sjógvi.
Hetta verður broytt frá nýggjárinum, tá minkar ES-veiðan í bretskum sjógvi við 25 prosentum, og tað fer at hava við sær mist kvoturættindi upp á umleið hálvaaðru milliard krónur.
Avtalan inniber eisini, at ES-skip kunnu fiska heilt inn til 9,6 kilometrar úr landi, og tað eru bretska fiskivinnan sera misnøgd við. Hon vildi hava, at ES-fiskiskip skulu halda seg uttan fyri 19 kilometrar.
Kann gera av við býir
- Hetta er sera álvarsamt. Vit vænta, at fiskimenn fara at missa teirra livibreyð, og tað verður eitt hart slag móti Danmark og serliga móti Mið- og Vesturjyllandi, har fiskivinnan hevur ein sera stóran týdning og er lívsæðrin í nógvum økjum, sigur Svend Erik-Andersen, formaður í danska fiskimannafelagnum í tíðindaskrivi.
Formaðurin er svartskygdur, tí hann ber ótta fyri, at fólk fara at missa arbeiðið av avtaluni, sum hann kallar øgiliga órímiliga.
- Tað er galdandi fyri okkara limir, men tað er eisini galdandi fyri tey, sum arbeiða í vinnum, sum hava tilknýti til tær fiskivinnuhavnir, sum vera raktar, sigur formaðurin í danska fiskimannafelagnum.
Eisini formaðurin í felagnum hjá donsku uppsjóvarvinnuni, DPPO, Fríði Magnussen, er sera misnøgdur við avtaluna.
- Tað fer at merkjast. Serliga her í Norðurjyllandi. Tað fer at kosta í tali av skipum og arbeiðspláss á landi. Avleiðingarnar fyri danska fiskivinnu vera ovurhondsstórar, og vit høvdu havt tað nógv betur, um eingin avtala var, enn at ES hevur slept okkum upp á fjall á henda hátt, sigur Fríði Magnussen.