Uttanlands
Yvirlit: Spælaraflytingar í januar glugganum
Vit taka samanum í spælaraflytingum í Premier League, nú januargluggin er afturlatin. Serliga er tað Newcastle, sum við nýggjum pengum hevur verið úti um seg
Uttanlands
Nýggj frágreiðing um Partygate í væntu
Tá løgreglan er liðug við sítt kanningararbeiði, sleppur Sue Gray at lata úr hondum eina dagførda frágreiðing til bretska tingið og bretska fólkið. Frágreiðingin er gevur ikki meining í løtuni, tí hon er ov avmarkað, heldur Sue Gray
Uttanlands
Joe Rogan lovar javnvág í koronusamrøðum
Heimsins størsta podcast, The Joe Rogan Experience, hevur seinastu mánaðirnar verið fyri ógvisligum atfinningum fyri at bera fram skeiva kunning um koronu og koppsetingar. Joe Rogan lovar nú, at meira javnvág verður í gestalistanum
Uttanlands
"Jødapass" undirvísararnir á CBS sagt seg úr starvi
Tað vakti ans, tá tveir undirvísarar á Copenhagen Business School samanbóru koronupassið við jødapassið undan krígnum og noktaðu at undirvísa. Nú hava báðir tveir sagt upp
Uttanlands
Christian Eriksen aftur í Premier League
Christian Eriksen, sum farna summar fekk ein hjartatilburð á vøllinum móti Finlandi, skal komandi seks mánaðirnar spæla við uppflytarunum úr Brentford
Uttanlands
Boris Johnson vil tosa Putin til sætis
Í næstu viku fer tann bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, at samráðast við Putin, um ta spentu støðuna á markinum millum Russland og Ukraina. Forsætisráðharrin ætlar sær eisini at vitja Ukraina í næstu viku. Hesum boðar Downing Street nummar tíggju frá.
Uttanlands
Russland fer at hava hernaðarvenjing nærhendis írsku strondini
Írska stjórnin er stúrin um russiska hernaðarvenjing, sum er fráboðað at vera í altjóða sjógvi á útsynningsleiðini úr Írlandi
Uttanlands
Bretski forsætisráðharrin lovar at samarbeiða við løgregluna
Eitt talsfólk fyri bretska forsætisráðharran, Boris Johnson, sigur, at forsætisráðharrin heldur, at løgreglan hevur allan rætt til at kanna málið, sum av bretskum miðlum verður nevnt Partygate, og hann lovar eisini at samarbeiða við løgregluna
Uttanlands
Listamaður tók peningin og nú ætlar hann sær at krevja endurgjald frá listasavninum
Umstríddi listamaðurin Jens Haaning, sum gjørdi listaverkini “Take the Money and Run, hevur ikki ætlanir at gjalda peningin aftur, ið hann lánti frá listasavninum, Kunsten, í Aalborg. Nú ætlar hann sær at krevja endurgjald frá listasavninum
Uttanlands
Tvey Norðurlond eru minst spilt av mutri
Danmark og Finnland eru, saman við Ný Sælandi, lond, har tað er minst korruptión í samfelagnum, sambært Transparency International
Uttanlands
WHO: Omikron kann gerast endin á farsóttini í Evropa
Endin á koronafarsóttini, ið tey seinastu umleið tvey árini hevur ferðast kring allan heimin og kostað fleiri milliónir fólkum lívið, kann koma við Omikron-frábrigdinum, metir stjórin í Heilsuheimsstovninum í Evropa
Uttanlands
Gjørdi tað liðugt við Anthony Hopkins – var bangin fyri Hannibal Lector
Martha Stewart sigur í samrøðu, at hon gjørdi tað liðugt við Anthony Hopkins, tí hon ikki kundi skilja Anthony Hopkins frá hansara leikluti sum mannaátarin Hannibal Lector í “The Silence of the Lambs”.
Uttanlands
Meat Loaf er deyður
Meat Loaf var mest kendur fyri útgávuna Bat Out Of Hell, sum hann gjørdi saman við framleiðararanum Jim Steinman
Uttanlands
WHO: Strikið allar ferðaavmarkingar
Korona: Heimsheilsustovnurin, WHO, mælir nú øllum londum til at strika allar ferðaavmarkingar. Hetta, tí tað vísur seg ikki at rigga at basa koronusmittuni, nú Omikron-frábrigdið gongur sína gongd
Uttanlands
Umstríddur listamaður tók peningin og fór til stroks: – Eg gjaldi ikki peningin aftur
Listamaðurin Jens Haaning hevur ongar ætlanir at gjalda peningin aftur, sum hann lánti frá listasavninum, Kunsten, í Aalborg. Ístaðin fyri læt hann verkið “Take the Money and Run”
Uttanlands
Partygate: Boris Johnson hevur fingið sínar egnu ímóti sær
Parlamentslimir í Konservativa flokkinum í Bretlandi samla í hesum døgum undirskriftir til eina misálitisváttan móti sínum egna formanni og forsætisráðharranum, Boris Johnson
Uttanlands
Breivik vil royndarleyslatast – brúkti naziheilsanina
Alt norska samfelagið hevur eyguni vend móti fimleikahøllini í fongslinum í Skien, sum næstu tríggjar dagarnar er karmur um rættarmálið, sum yvirgangsmaðurin, Anders Behring Breivik, hevur reist, nú hann hevur sitið í tíggju ár
Uttanlands
Útflutningsvirðið av fiskavørum minkaði 9,4 prosent
Sambært grønlendsku hagstovuni, minkaði útflutningsvirðið av fiskavørum heili 9,4 prosent í 2021 í mun til árið fyri
Uttanlands
Royna at seta kílar í samstarvið
Russland roynir at seta kílar í samstarvið millum evropeisku londini og USA. Men kreppan í Ukraina kann enda við, at samanhaldið í vesturheiminum verður betri. Tað sigur Steffen Gram, tíðindamaður hjá Danmarks Radio
Haldaragrein
Uttanlands
Russland vil steðga víðkanini av NATO-virkseminum
Spenta støðan á markinum millum Russland og Ukraina snýr seg fyrst um, at Russland vil steðga víðkanini av NATO-virkseminum í londunum nær Russlandi. Tað sigur Peter Viggo Jacobsen, lektari á verjuakademinum í Keypmannahavn. Støðan kann gerast spent í nógv ár, men endar neyvan við vápnaðum kríggi millum NATO og Russland
Haldaragrein
Uttanlands
Djokovic mist innfararloyvi enn einaferð
Immigratiónsráðharrin í Australia hevur strikað innfararloyvið hjá Novak Djokovic enn einaferð. Hesaferð verður truplari hjá Djokovic at kæra, meta lógarkøn
Uttanlands
Djokovic partur av dráttinum
Tennis Australia heldur í øllum førum, at Novak Djokovic sleppur at spæla, nú Australian Open fer av bakkastokki mánadagin, tí hann er ein av teimum 128, ið hava fingið pláss í dráttinum. Allir toppseedaðu spælararnir hava lutfalsliga lætta byrjan, og tveir teir hægstu spælararnir hittast í 1. umfari
Uttanlands
Boris Johnson um veitsluna í Downing Street: Eg biði so hjartaliga um umbering
Boris Johnson viðurkennir, at hann hevur tikið lut í veitslu í Downing Street nummar 10 við 100 fólkum, hóast alt Bretland var afturlatið vegna koronustøðuna í mei 2020
Uttanlands
Djokovic hevði brotið sóttarhald
Meðan australska stjórnin umhugsar at senda Novak Djokovic av landinum aftur, hevur Djokovic játtað, at hann hevur hitst við tíðindafólki, meðan hann hevði korona

Fanst tú ikki tað, tú leitaði eftir?

Royn leitifunkuna