Tað var ein kókandi óður Daniil Medvedev, sum tíðliga í morgun misti tamarhaldið á sær sjálvum og skeldaði dómaran út í dystinum millum Medvedev og grikska Stefanos Tsitsipas.
Viðurskiftini millum Medvedev og Tsitsipas hava í fleiri ár verið merkt av spenningi, og hetta kom til sjóndar í skiftinum til 10 partí í øðrum setti, har Tsitsipas skuldi serva fyri settið.
Medvedev var í øðini inn á dómaran í dystinum, tí Medvedev metti ikki, at hann gjørdi nóg mikið fyri at fáa pápan og venjaran hjá Tsitsipas, Apostolos Tsitsipas, at gevast við at tosa og geva soninum ráð, sum annars ikki er loyvi til kappingar.
- Ert tú býttur? Pápi hansara kann tosa til hvørt stig? Pápi hansara kann tosa til hvørt stig? Svara mær, ýldi Medvedev eftir Jaume Campistol, dómara, ið frammanundan hevði givið Medvedev eina ávaring fyri at banna.
Medvedev vildi týðiliga hava dómaran at gera nakað við Tsitsipas liðið.
- Um tú ikki gert tað, so ert tú - ja hvussu skal eg kalla tað - ein lítil ketta, rópti Medvedev og sipaði til eitt ljótt orð á enskum, sum hann altso ikki kundi siga uttan at verða trektur í stigum.
Tað er javnan frammi, at mótstøðuleikarar hjá Tsitspas fýlast á, at Apostolos Tsitsiopas venur sonin undir dystinum, og Stefanos Tsitsipas hevur fingið tað fyri at taka telefonina hjá sær við inn á vesið og vera har so mikið leingi, at mótstøðuleikararnir halda tað vera illgrunasamt.
Tsitsipas hevði frammundan fingið ávaring fyri "coaching", og hann fekk eina ávaring aftur í fjórða setti, tá ein av hjálpardómarunum hevði sett seg nærhendis Apostolos Tsitsipas á áskoðaraplássunum fyri at kanna, um hann gav soninum ráð, meðan dysturin var í gongd.
Sama gjørdi, hvørt Tsitsipas fekk hjálp ella ei, tí Medvedev vann dystin í fýra settum við settúrslitunum 7-6(5) 4-6 6-4 6-1.
Medvedev møtir sostatt Rafa Nadal í finaluni, ið verður spæld sunnumorgunin.