Tað er nú greitt, at Anders Behring Breivik verður ikki royndarleyslatin.
Rætturin í Telemark í Norra gjørdi av, at Breivik skuldi ikki leyslatast, tí at hann er ikki broyttur, síðan hann framdi hópdráp á oynni Utoya í 2011, og at hann framvegis hevur somu ideologi, sum hann hevði tá.
- Ákærdi tykist at vera forstýraður og hevur eina tankaverð, ið er trupul hjá øðrum at skilja. Hann hevur sama ideologiska útgangsstøði í dag sum í 2011, men hevur greitt frá, at hann frameftir ætlar at arbeiða fyri sínum málum við friðarligum ráðum, skrivaði rætturin sambært NRK, sum altso ikki hevði stórt álit á hesum.
Dómarin skrivaði í úrskurðinum sambært NRK, at Breivik ikki hevur víst iðran fyri sína brotsgerð, og at Breivik roynir at passa frágreiðingar sínar til, soleiðis at tær koma honum til góðar.
- Ákærdi tóktiskt sum berur fyri empati og samkenslu við ofrunum fyri yvirganginum. Hann gav úttrykk fyri sorg yvir tey, ið vórðu rakt. Samstundis vardi hann og møguliga legitimiseraði sínar gerðir við, at tey flestu, ið vórðu rakt á Utøya, ikki vóru børn, men fólk við leiðslupostum. Hetta hóast hann má vita, at millum tey deyðu vóru børn heilt niður í 14 ára aldur.
Við NRK sigur verjin hjá Breivik, Øystein Storrvik, at hann hevur viðgjørt úrskurðin við klientin hjá sær, og at Breivik hevur givið ábendingar um, at hann ætlar at kæra.
Tað er kortini ikki vist, at hægri rætturin, Lagmannsretten, fer at taka málið upp.
Storrvik leggur aftrat, at arbeitt verður víðari við einum rættarmáli móti norska statinum, tí teir meta, at revsiavsitingin hjá Breivik er í stríð við mannarættindasáttmálan hjá ST.