Christian Eriksen hevur nú skrivað undir sáttmála við enska uppflytarafelagið Brentford, og sostatt verður hann aftur at síggja í Premier League í hesum kappingarárinum.
Tað váttar Brentford á Twitter.
Sáttmálin er bert galdandi fyri eitt hálvt ár, men sambært ítróttarsíðuni The Athletic, er møguleiki hjá Eriksen at leingja í eitt ár aftrat.
Eriksen hevur verið uttan felag, síðan italska Inter ógildaði sáttmálan teirra millum í desember. Eriksen fekk á sumri í fjør ein hjartatilburð á vøllinum millum Danmark og Finland, og av somu orsøk hevur hann fingið ein ICD – eitt lítið hjartatól – sett í hjarta, ið skal hjálpa, um hjarta brádliga steðgar aftur.
Besta italska deildin loyvir kortini ikki spælarum við ICD tólum, og tí varð sáttmálin við Inter ógildaður.
Venjarin hjá Brentford, danski Thomas Frank, hevur áður verið venjari hjá Eriksen. Hetta var, tá Eriksen var partur av U17 landsliðnum hjá Danmark.
- Vit hava tikið av hesum ótrúliga møguleikanum at fáa ein heimsklassa spælara til Brentford. Hann hevur ikki vant við nøkrum liði í sjey mánaðir, men hann hevur vant nógv sjálvur. Hann er í góðum formi, men nú skulu vit fáa hann í dystarform, og eg gleði meg at síggja hann venja við spælarunum og venjarunum fyri at koma aftur á hægsta støði, sigur Thomas Frank á heimasíðuni hjá Brentford.
Brentford liggur í løtuni á 14. plássi í Premier League.