Djokovic afturhildin av myndugleikunum

Australsku myndugleikarnir hava gjørt av at afturhalda Novak Djokovic, til hoyring verður í innfararmáli hansara í morgin. Bert tveir dagar eru, til Australian Open fer av bakkastokki

Steinar Patursson
15. januar 2022 kl. 15:06

Myndugleikarnir í Australia hava tikið avgerð um at afturhalda Novak Djokovic, nú áðrenn ein rættur í landinum skal gera av, hvørt Djokovic skal sleppa at vera verðandi í Australia, ella um hann skal sendast heim.

Serbiski Novak Djokovic fekk hósdagin boð um, at australska immigratiónsmálaráðið hevur gjørt av at strika innfararloyvið hjá honum.

Løgfrøðingar hjá Djokovic kærdu kortini avgerðina, og hoyring verður í málinum í morgin, sunnudagin.

Tað verður altso tepurt hjá Djokovic og toymi hansara at sleppa at luttaka á Australian Open, sum fer av bakkastokki longu mánadagin, og spurningurin er, hvussu luttøkan í kappingini fer at ganga, skuldi tað eydnast honum at fáa vent avgerðini hjá stjórnini.

Eydnast kæran hjá Djokovic ikki, hevur hetta møguliga við sær, at hann sleppur ikki inn í Australia aftur í trý ár.

Um so verður, verður hetta ein dyggur smeitur fyri Novak Djokovic, sum er á jøvnum við Rafa Nadal og Roger Federer við 20 grand slam sigrum í skjáttuni, og sum áður hevur gjørt greitt, at hansara ynski er at yvirhála teir báðar.

Australian Open er tann grand slam kappingin, ið Djokovic hevur vunnið oftast - ikki færri enn níggju ferðir, og trý seinastu árini hevur hann vunnið kappingina á rað.