Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur ákært USA fyri at royna at draga Russland í kríggj í Ukraina.
Sambært BBC vil russiski forsetin vera við, at málið USA er at brúka samanbrestir sum undanførslu fyri at seta fleiri tiltøk í verk móti Russlandi, og at USA letst sum luft um óttan hjá Russlandi um Nato herdeildir í Evropa.
Støðan hevur verið spent á markinum millum Russland og Ukraina, síðan Russland í 2014 ognartók Krim nesið, og farnu vikurnar hevur Russland flutt um 100.000 hermenn og hernaðarútgerð fram til markið.
USA og tess Nato sameindu hava ákært Russland fyri at fyrireika seg at hertaka Ukraina, hóast Russar hava víst atfinningunum frá sær.
Russiska stjórnin hevur fleiri ferðir víst á, at hon kann ikki góðtaka, at Nato samstarvið veksur eystureftir, og sambært BBC hevur Putin nú sagt, at endar Ukraina í Nato, kann hetta hava við sær, at Ukraina dregur aðrar Nato limir í kríggj við Russland.
Hugsa tær, um Ukraina er Nato limur og fer í holt við at hertaka Krim aftur. Hvat, skulu vit berjast við Nato? Hevur nakar hugsað um hetta? Tað tykist ikki, sum tey hava, sigur Putin sambært BBC.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Anthony Blinken, hevur gjørt greitt, at USA er sinnað at halda fram í dialogi við Russland.