Gjørdi tað liðugt við Anthony Hopkins – var bangin fyri Hannibal Lector

Martha Stewart sigur í samrøðu, at hon gjørdi tað liðugt við Anthony Hopkins, tí hon ikki kundi skilja Anthony Hopkins frá hansara leikluti sum mannaátarin Hannibal Lector í “The Silence of the Lambs”.

Sigurjón Einarsson
23. januar 2022 kl. 23:28

– I'm having an old friend for dinner.

Hetta mann vera ein tann kendasti setningurin í filminum “The Silence of the Lambs” frá 1991 um psykiataran Hannibal Lector, sum er drápsmaður og mannaátari.

Anthony Hopkins, ið spældi leiklutin sum Hannibal Lector, gekk um hetta mundi saman við kendu sjónvarpskvinnuni Martha Stewart, men hon hevði trupult við at skilja millum fiktión og veruleikan, at hon gjørdi tað liðugt við hann, tá tey gingu saman í 90-unum.

Tað greiddi Martha Stewart frá í sjónvarpssendingini “The Ellen DeGeneres Show” í vikuni, sambært miðlum sum millum annað CNN og The Independent.

– Eg hevði eini stór og óhugnaligt hús, sum lá langt inni í skóginum, og eg kundi bara ikki ímynda mær at vera saman við Anthony har, sigur Martha Stewart í samrøðuni við Ellen DeGeneres.

– Eg bleiv við at hugsa um Hannibal Lector, sum sat og át mannakjøt, so eg gjørdi tað liðugt við Anthony.

Anthony Hopkins spældi leiklutin sum Hannibal Lector somikið væl, at hann fekk eina Oscar-heiðursløn fyri leiklutin í 1992.  

Hóast tað ikki gekk millum Martha Stewart og Anthony Hopkins, so fann Sir Anthony Hopkins kærleikan stutt eftir, og í 2003 bleiv 84-ára gamla valisiska superstjørnan giftur við 65-ára gomlu sjónleikarinnuni Stella Arroyave.

/ritzau/