Bretski forsætisráðharrin lovar at samarbeiða við løgregluna

Eitt talsfólk fyri bretska forsætisráðharran, Boris Johnson, sigur, at forsætisráðharrin heldur, at løgreglan hevur allan rætt til at kanna málið, sum av bretskum miðlum verður nevnt Partygate, og hann lovar eisini at samarbeiða við løgregluna

Sigurjón Einarsson
25. januar 2022 kl. 14:50

Løgreglan kannar nú eisini bretska forsætisráðharran, Boris Johnson, og hansara starvsfólk í samband við nakrar veitslur, ið hava verið hildnar í embætishúsinum hjá forsætisráðharranum í Downing Street nummar tíggju, hóast strong koronutiltøk vóru galdandi í Stórabretlandi í koronatíðini.

Gray-kanningarnevndin kannar eisini málið, har ein niðurstøða í tí kanningini eru væntandi ein av komandi døgunum.

– Hetta fer at hjálpa til at fáa greidleika í hesum málinum, sigur eitt talsfólk hjá forsætisráðharranum um løgreglukanningina.

Síðstu vikurnar hava bretskir miðlar almannakunngjørt, at tað hava verið hildin fleiri veitslur og samkomur av tí váta slagnum í Downing Street Number 10 í koronatíðini, sum er í stríð við koronuavmarkingarnar, ið vóru galdandi í Stórabretlandi um hetta mundi.

Fyri einari viku síðan mátti Boris Johnson eisini viðganga, at tað varð ein føðingardagur hildin í embætishúsinum í juni 2020, umframt at veitsla varð hildin í nummar tíggju tvey samdøgur áðrenn Philip prinsur bleiv jaraður. Eisini mátti Boris Johnson herfyri standa skúlarætt í bretska Undirhúsinum, tí hann hevði hildið eina “bring your own booze” garðveitslu, sum hann sjávur, sambært honum sjálvum, bert luttók í veitsluni í 20 minuttir og fór so aftur í kontórið, tí hann helt veitslan varð hildin í samband við arbeiði.