Útflutningsvirðið av fiskavørum minkaði 9,4 prosent

Sambært grønlendsku hagstovuni, minkaði útflutningsvirðið av fiskavørum heili 9,4 prosent í 2021 í mun til árið fyri

Leif Láadal
17. januar 2022 kl. 13:00

Sermitsiaq.ag skrivar, at grønlendska hagstovan hevur gjørt upp, hvussu stórt útflutningsvirðið av fiskavørum var í fjør. Hagstovan ger tó vart við, at tølini kunnu broytast eitt sindur, um tað er so, at onkrir aktørar ikki enn hava boðað frá øllum sínum útflutningini í desember. Men tølini fara at vera á leið tey, sum hagstovan hevur funnið fram, og tey boða frá einari rættiliga stórari afturgongd. Ein minking upp á 9,4 prosent svarar til yvir 400 milliónir krónur. Samlaða útflutningsvirðið av fiskavørum úr Grønlandi í 2021 var 4,4 milliardir krónur.

Minkingin í rækjuvinnuni var 6,3 prosent, sum svarar til 150 milliónir krónur. Svartkalvavinnan útflutti fyri 196 milliónir minni, og útflutningurin av toski var 61 milliónir krónur minni í fjør í mun til árið fyri.

Kelda: sermitsiaq.ag