Omikron-frábrigdið kann vera endin á farsóttini í Evropa. Tað sigur stjórin fyri Heilsuheimsstovninum í Evropa (WHO), Hans Kluge, í samrøðu við AFP-tíðindastovuna sunnudagin.
– Tað er møguligt, at vit fara inn í síðsta stríði móti farsóttini, sigur Hans Kluge.
Stjórin í WHO Evropa leggur afturat, at hetta er við fyrivarni, at tað ikki koma nýggj og vandamikil frábrigdi av koronavirusinum.
Hann væntar eisini, at 60 prosent av fólkunum í Evropa kunnu verða smittað við koronu innan mars mánað. Men tá Omikron fer at minka í Evropa, so væntar stjórin í WHO, at tað fara at ganga vikur ella mánaðir, so fara vit at fáa globalan immunitet. Vit kunnu eisini vænta okkum at síggja Covid-19 aftur, men ikki sum farsótt.
– Tað verður antin takkað verið koppingarevnum, ella tí fólk fáa immunitet vegna smittu, sigur Hans Kluge.
Kanningar týða á, at hóast Omikron-frábrigdið smittar illa og verri enn onnur frábrigdi, so er tað eitt mildari frábrigdi, og tað gevur vón um, at koronafarsóttin er við at broytast frá at vera ein heimsfarsótt til at verða til eina endemi (sjúka, sum hoyrir til á einum ávísum øki, red.). Hetta fer at gera tað lættari hjá heilsumyndugleikum at handfara korona.
– Tað er nógv prát um, at korona fer frá at vera ein pandemi til at vera ein endemi, men tað er ógjørligt at spáa um. Hetta virusið hevur tikið okkum á bóli meira enn einaferð, so vit eru noydd til at vera varin, sigur Hans Kluge.