Boris Johnson um veitsluna í Downing Street: Eg biði so hjartaliga um umbering

Boris Johnson viðurkennir, at hann hevur tikið lut í veitslu í Downing Street nummar 10 við 100 fólkum, hóast alt Bretland var afturlatið vegna koronustøðuna í mei 2020

Sigurjón Einarsson
12. januar 2022 kl. 13:10

Nú fyrrapartin hevur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, staðið skúlarætt í bretska Undirhúsinum, eftir at tað er komið fram, at havaveitsla varð hildin í mei í fjør á Downing Street nummar 10, sum er almenni bústaðurin og embætisbústaðurin hjá bretska forsætisráðharranum.

Fyri Undirhúsinum viðurkendi Boris Johnson, at hann hevði tikið lut í hesi veitslu, hóast restin av Stórabretlandi var afturlatið vegna koronustøðuna tá.

Tað skrivar BBC.

– Eg ynski at biðja so hjartaliga um umbering, sigur Boris Johnson við limirnar í bretska tjóðartinginum.

Hann legði doyðin við, at hann helt, at talan var um “eitt tiltak í samband við arbeiði”, tá hann fór í veitslu í havanum í Downing Street nummar 10.

Her leggur bretski forsætisráðharrin seg skerflatan fyri Undirhúsinum: