Alex Hawke, australski immigratiónsráðharrin, hevur í morgun tikið avgerð um at strika innfararloyvið hjá Novak Djokovic.
Hetta er sostatt aðru ferð, at innfararloyvið hjá Novak Djokovic er strikað, síðan hann kom til Australia, og væntað verður eisini hesaferð, at Novak Djokovic og lið hansara fer at kæra avgerðina fyri rætt.
Novak Djokovic varð afturhildin við markið, tá hann kom til Australia 6. januar og fekk at vita, at innfararloyvið var strikað, og hann mátti fara av landinum aftur.
Málið varð tá kortini kært fyri rætt, ið gav Djokovic viðhald í kæruni, tí at framferðarhátturin hjá australsku markamyndugleikunum hevði ikki verið rættur, segði rætturin.
Hesaferð er kortini talan um eina avgerð, ið er tikin av immigratiónsráðharranum sjálvum, sum hevur nógv breiðari grundarlag at taka slíkar avgerðir, og sum ikki er bundin at somu leiðreglum og restin av markarmyndugleikunum.
Sambært BBC tók Alex Hawke avgerðina við grundarlagi í ”heilsu og landaskili”, og lógarkøn innan australska lóggávu vilja sambært The Guardian vera við, at tað verður truplari hjá Djokovic at fáa nakað munagott burtur úr einari kæru hesaferð.
Tað, sum ger ilt verri fyri Djokovic, er, at avgerðin hjá Hawke kann hava við sær, at hann ikki fær innfararloyvi í Australia aftur í trý ár.
Novak Djokovic er 34 ára gamal, og tað verður tí nakað truplari hjá honum at vinna grand slam nummar 21, um hann ikki kann taka lut í Australian Open, har hann hevur vunnið sínar flestu.
The Guardian vil eisini vera við, at Djokovic hevur fund við australsku immigratiónsmyndugleikarnar í morgin árini, men at hann annars skal aftur í immigratiónskarantenu.
Verður tað so, at Djokovic ikki sleppur at luttaka á Australian Open, verður Andrey Rublev fluttur í hansara stað, og Gael Monfils tekur plássið hjá Rublev. Alexander Bublik verður síðani settur á plássið hjá Monfils, og ein Lucky Loser (ein, ið er sligin út úr undankappingini), verður lagdur aftrat dráttinum.