Nýggj frágreiðing um Partygate í væntu

Tá løgreglan er liðug við sítt kanningararbeiði, sleppur Sue Gray at lata úr hondum eina dagførda frágreiðing til bretska tingið og bretska fólkið. Frágreiðingin er gevur ikki meining í løtuni, tí hon er ov avmarkað, heldur Sue Gray

Steinar Patursson
1. februar 2022 kl. 08:32

Bretska stjórnin hevur nú lovað, at ein dagførd frágreiðing um veitslur hjá stjórnini í koronutíð verður almannakunngjørd, so skjótt løgreglan er liðug at gera sínar kanningar.

Tað er Sue Grey, ið hevur latið úr hondum frágreiðingina, sum hevur kannað framferðina hjá stjórnini í sambandi við veitslur í koronutíð. Hóast Sue Grey hevur gjørt greitt, at talan var um leiðslusamanbrot í teimum 16 tilburðunum, ið hon kannaði, hevur hon verið sera avmarkað av løgregluni.

Løgreglan kannar koronuveitslurnar hjá stjórnini, og boð eru tí givin um, at smálutir úr frágreiðingini skulu ikki almannakunngerast, fyrr enn løgreglan er liðug við sítt arbeiði.

Sue Grey hevur gjørt greitt, at frágreiðingin er ikki “meiningfull” í verandi líki.

Tað verður Sue Grey sjálv, ið skal standa fyri at dagføra og almannakunngera frágreiðingina, tá løgreglan er liðug.

Boris Johnson sjálvur hevði ein langan dag í gjár, har hann fyrst skuldi tryggja sínum egnu konservativu tinglimum, at Downing Street 10 fór at verða rikið betri frameftir, og harumframt vóru eisini spurningar til forsætisráðharran á skrá í tinginum, og farið varð hart til verka - bæði frá labour og konservativum tinglimum.