Listamaður tók peningin og nú ætlar hann sær at krevja endurgjald frá listasavninum

Umstríddi listamaðurin Jens Haaning, sum gjørdi listaverkini “Take the Money and Run, hevur ikki ætlanir at gjalda peningin aftur, ið hann lánti frá listasavninum, Kunsten, í Aalborg. Nú ætlar hann sær at krevja endurgjald frá listasavninum

Sigurjón Einarsson
25. januar 2022 kl. 11:08

Tað er nýtt at frætta í serstaka málinum um listamannin Jens Haaning, sum kom í andglettin við listaverkinum “Take the Money and Run”, tá hann heldur valdi at taka peningin – umleið 500.000 krónur – og fara til stroks við peninginum, ið eftir ætlan skuldi verða partur av tveimum listaverkum til listasavnið, Kunsten, í Aalborg.

Tað skrivar Politiken.

Jens Haaning hevur nú ætlanir at krevja endurgjald frá listasavninum, ið valdi at seta hansara hvítu rammur upp sum partur av framsýning.

– Kunsten í Aalborg hevur ikki skrivað undir eina innlánssáttmála av verkunum “Take the Money and Run”. Tí mugu myndir ikki takast av verkunum, ei heldur mugu myndir latast víðari. Eg havi lagt til merkis, at myndirnar eru at síggja á alnótini og á myndasøvnum, men tað hava tey ikki rætt til.

– Tá eg læt verkini til Kunsten, so gekk eg út frá, at tað vóru tey, ið tóku myndir av listaverkunum. Tað er eitt brot á rættindini, sigur hann til blaðið.

Saman við sínum sakførara, so skal umstríddi listamaðurin nú finna útav, hvat víðari skal henda í málinum.

Fyrr í januar boðaði listasavnið frá, at tey fóru at leggja sak móti Jens Haaning, so savnið í Aalborg kundi fáa sínar 532.549 krónur aftur, sum savnið lánti honum.

Orrustan millum listamannin og listasavnið stavar frá, at Jens Haaning, í samband við framsýningina “Work it Out”, fekk til uppgávu at skapa tvey verk, sum skuldu vísa eina danska og eina eysturríkska ársløn í reiðum peningi.

Men tá ið starvsfólk lótu pakkarnar upp við myndarammunum, vóru tað bara tvær tómar rammur og eini boð frá Haaning, har tað stóð, at peningurin heldur var brúktur til eitt nýtt listaverk, sum hevur heitið “Take the Money and Run”.

Listasavnið í Aalborg, Kunsten, heldur, at Jens Haaning ikki hevur hildið avtaluna, men sambært Jens Haaning sjálvum, so var listaverkið og sáttmálabrotið eitt mótmæli móti treytunum um samsýning, sum listasavnið bjóðaði.

Hann heldur hinvegin, at verkið hevði verið oyðilagt, um hann gevur pengarnar aftur til listasavnið.

– Eg gjaldi ikki peningin aftur undir nøkrum umstøðum, sigur Haaning við DR.

Søgan um listamannin, ið tók peningin og fór til stroks, hevur fingið nógva umrøðu í fleiri útlendskum miðlum, sum eitt nú í New York Times og arabisku sjónvarpsstøðini al-Jazeera.

– Eg eri glaður fyri, at eg, eftir 25 ár, endiliga havi megnað at skapa eitt verk, sum røkkur útum listaheimin og vestliga heimin, sigur Haaning.