Tann 14. desember í fjør kom kunngerðin hjá landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, at børn í aldrinum frá fimm til 11 ár kundu koppsetast fyri koronu, í gildi.
Fyrstu koronutíðina vóru tað bert fólk yvir 18 ár, sum kundu koppsetast. Síðan varð markið flutt niður til 12 ár, og í desember varð markið flutt niður til fimm ár, sum eisini føroysku heilsumyndugleikarnir mæltu til.
Men í mun til í Føroyum, so gongur Norra hin vegin, tí har mæla heilsumyndugleikarnir ikki til, at børn millum fimm og 11 ár verða koppsett fyri koronu. Tað er niðurstøðan í einari fakligari meting hjá norsku heilsumyndugleikunum, Folkehelseinstituttet.
Tað skrivar Politiken.
Í sínari meting grundgevur Folkehelseinstituttet fyri, at børn verða betur vard móti virusinum, um tey verða smittað við koronu náttúrliga, heldur enn at verða koppsett.
Í Norra er koppseting til børn eitt tilboð, men Folkehelseinstituttet mælir bert til koppseting, um barnið er kroniskt sjúkt ella tey avvarðandi eru í vandabólkinum.
Eins og í Norra, so er tað eitt tilboð í Føroyum, at børn í aldrinum frá fimm til 11 ár kunnu verða koppsett fyri koronu.
Tað staðfesti varastjórin í Sjúkrahúsverkinum, Tummas í Garði, á tíðindafundinum í Kringvarpinum í morgun, tá løgmaður kunngjørdi, at koronuátøkini nú verða tikin av.