Umstríddur listamaður tók peningin og fór til stroks: – Eg gjaldi ikki peningin aftur

Listamaðurin Jens Haaning hevur ongar ætlanir at gjalda peningin aftur, sum hann lánti frá listasavninum, Kunsten, í Aalborg. Ístaðin fyri læt hann verkið “Take the Money and Run”

Sigurjón Einarsson
20. januar 2022 kl. 08:50

Danska listasavnið Kunsten lánti Jens Haaning 532.549 krónur, sum skuldu brúkast til eitt listaverk, har peningurin skuldi vera í tveimum glasrammum.

57-ára gamli listamaðurin gjørdi eitt líknandi verk í 2010, tá onnur ramman skuldi fyllast út við einari miðal løn í Danmark, meðan hin ramman hevði eina miðal løn í Eysturríki í evrum, skrivar DR.

Avtalan var, at Haaning skuldi gera eina dagførda versjón fyri 2021, og listasavnið Kunsten í Aalborg gekk við til at læta Haaning tær 532.549 krónurnar, so hann kundi føra sítt arbeiði í verki.

Men tað listasavnið ikki visti var, at Jens Haaning hevði heilt aðrar ætlanir.

– Tá eg skrivaði undir sáttmálan, so hevði eg ætlanir at halda avtaluna. Men tríggjar mánaðar áðrenn, at eg skuldi læta listaverkini inn, fekk eg eitt nýtt hugskot, greiðir Jens Haaning frá til DR.

Óvæntaða avhending

Í september í fjør lótu starvsfólkini á listasavninum í Aalborg pakkarnar upp, sum skuldu verða partur av framsýning í Kunsten, men tað gekk ikki sum ætlað. Jú, rammurnar vóru har, men har var eingin peningur at síggja.

Listamaðurin hevði tikið avgerðina, at hann skuldi fara avstað við pengunum sjálvur.

Listaverkið hjá Jens Haaning fekk tí eitt sera passandi navn – “Take the Money and Run”.

– Eg gekk runt í fleiri mánaðir og segði við meg sjálvan: “Hatta torir tú ikki at gera”, men til endans sannførdi eg meg sjálvan, at eg skuldi gera tað. Verkið verður nógv betur soleiðis. Tað fær størri samfelagstýdning enn ætlanin var, sigur listamaðurin sjálvur.

Umtalu um allan heimin
Sambært Jens Haaning sjálvum, so var listaverkið og sáttmálabrotið eitt mótmæli móti treytunum um samsýning, sum listasavnið bjóðaði. Hann heldur, at verkið hevði verið oyðilagt, um hann gevur pengarnar aftur.

– Eg gjaldi ikki peningin aftur undir nøkrum umstøðum, sigur Haaning við DR.

Mánadagin í hesi vikuni fór freistin hjá umstrídda listamanninum at gjalda peningin aftur, og tí hevur listasavnið nú valt at leggja sak móti Jens Haaning, veit DR at siga.

Men hetta sær ikki út til at pláta listamannin. Hann sigur hinvegin, at listaverkið “Take the Money and Run” er eitt av teimum mest týdningarmiklu listaverkunum, hann nakrantíð hevur skapt.

Søgan um listamannin, ið tók peningin og fór til stroks, hevur fingið umrøðu í fleiri útlendskum miðlum, sum eitt nú í New York Times og arabisku sjónvarpsstøðini al-Jazeera.

– Eg eri glaður fyri, at eg, eftir 25 ár, endiliga havi megnað at skapa eitt verk, sum røkkur útum listaheimin og vestliga heimin, sigur Haaning.

– Vit hava eina ábyrgd
Peningurin skuldi verið goldin aftur til listasavnið, áðrenn framsýningin endaði, men listamaðurin vil ikki siga, hvar peningur er ella hvat hann skal brúkast til.

Í samrøðu við DR fyrradagin, segði stjórin í Kunsten, Lasse Andersson, at listasavnið hevur latið sínum sakførarum sakina í hendi, og fara at leggja sak móti Jens Haaning í næstum.

– Framsýningin er fíggjað við peningi frá stórum og privatum grunnum. Vit hava eina ábyrgd mótvegis teimum. Og vit hava eisini eina ábyrgd mótvegis okkara vitjandi, at tey fáa sum mest burturúr pengunum, segði stjórin í Kunsten við DR fyrradagin.