Gongur alt sum ætla, so fer Boris Johnson at fundast við Putin og vitja Ukraina í næstu viku. Hetta verður gjørt, millum annað fyri at fáa ferð á tær diplomatisku samráðingarnar, sum eru í gongd, har roynt verður at loysa spentu støðuna á markinum millum Russland og Ukraina. Higartil hava diplomatisku samráðingarnar millum Russland, USA, Nato og aðrar evropeiskar stjórnarleiðarar, ikki borið frukt við sær.
Í løtuni eru 100.000 russiskir hermenn á markinum millum Russland og Ukraina. Hóast hetta so sigur Russland seg ikki hava ætlanir um eina hernaðarliga innrás í Ukraina, eins og Nato og USA stúra fyri. Ístaðin sigur Russland seg stúra fyri sína egnu trygd á markinum.
Sambært bretskum miðlum, so umhugsar bretski forsætisráðharrin at senda fleiri bretskar hermenn til tey Nato londini, sum liggja nærhendis Ukraina. Hetta fyri at styrkja um støðuna hjá Nato í økinum nærhendis Ukraina.
Tað er ikki einans Boris Johnson, ið ynskir at styrkja um hernaðarligu støðuna hjá Nato í økinum. Amerikanski forsetin, Joe Biden, boðaði í gjár frá, at USA í næstum fer at senda ein lítlan bólk av hermonnum til eysturevropa.
Hóast núverandi støðuna millum Russland og Ukraina, so fleiri meiningar um støðuna. Í fylgi Nato, USA og vesturevropa, so er núverandi støðan spent og vandamikil. Hesum er ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, tó ikki heilt samdur í. Sambært Zelensky, so stúrir hann ikki fyri einari hernaðarligari innrás. Í fylgi honum, so er spenta støðan einki nýtt.
Núverandi støðan millum Russland og Ukraina stavar ikki av ongum. Bæði londini vóru partar av gamla Sovjetsamveldinum og hava tey tískil fleiri søguligar og mentanarligar felagsnevnarar. Í 2014 tók Russland Krim-hálvoynna frá Ukraina og síðan tá hevur støðan millum londini verið spent. Av tí sama hevur Ukraina ynskt eitt tættari tilknýti til vesturheimin, men hettar vil Russland ikki. Tískil hevur Russland sett krav til Nato, um ongantíð at loyva Ukraina at gerast partur av Nato, men hetta vil Nato ikki ganga við til.